Varðin í Gøtu

(Ávíst frá Varðin P/F)

Varðin P/F (fyrr Vinnan P/F) er ein føroysk fyritøka við heimstaði í Syðrugøtu, sum hevur virksemi innan fiskivinnu, serliga við uppisjóvarfiskiskap. Varðin er móðurfelag hjá fýra feløgum, sum reka fýra uppisjóvarskip.

Tróndur í Gøtu er eitt av skipunum hjá Varðanum.

Søgan

rætta
 

Varðin varð stovnað í 1985. Tað vóru 16 menn sum tóku stig til at byggja Trónd í Gøtu, teir settu tilsaman 8,5 milliónir í skipið. Skipið skuldi fyrst og fremst royna eftir svartkjafti til matna. Skipið kom við í skipapakkan hjá táverandi løgmanni Atla Dam, har 16 reiðarí fingu landskassaveðhald til nýggj skip. Felagið fekk eina harða byrjan, tí fiskaprísirnir fullu, og seinni var tað mótstøða frá umhvørvisfelagsskapum, sum onkrastaðni førdi til boykott, sum eisini gjørdi at prísurin minkaði munandi.

Men felagið hóraði undan og í 1990 fór at ganga gott. Felagið nevndist at byrja við Vinnan P/F. Men í 2009 skifti felagið navn til Varðin P/F. Eitt annað felag, sum átti Trónd í Gøtu, æt fyrr Varðin P/F og var upprunin til verandi felag, men tað fekk navnið Hvamm P/F. Tann fyrsti Tróndur í Gøtu var í flotanum frá desember 1986 til 19. juni 2008. Hetta er einasta skip í tí sonevnda “skipapakkanum” hjá Atla Dam, sum framvegis er á føroyskum hondum, og tað einasta av teimum 16 skipunum í pakkanum, sum hevur rindað veðhaldið aftur til landið. Størstu íløgurnar hjá Varðanum higartil hava verið Finnur Fríði, sum í 2002 varð keyptur fyri 156 milliónir og nýggi Tróndur í Götu, sum kostaði u.l. 260 milliónir.[1] Stjóri í Varðanum er Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Dunga Jákup.

Varðin Pelagic á Tvøroyri

rætta

Í 2012 bygdi felagið saman við Delta Seafood P/F eitt stórt og frammkomið uppisjóvarvirki á Tvøroyri, sum tekur ímóti makreli og sild. Í alt arbeiða umleið 70 starvsfólk har døgnið runt allar vikudagar.[2] Eitt nýtt felag varð stovnað 17. januar 2012, sum skuldi standa fyri byggingini av virkinum og at rakstrinum. Nýggja felagið eitur Varðin Pelagic. Virkið á Tvøroyri hevur eina framleiðsluorku uppá 600 tons um døgnið.[3]

Ætlanir um góðskingarvirki

rætta

Í 2015 kunngjørdi Varðin, at teir arbeiddu við einari verkætlan sum skal gera, at meira kann fáast burtur úr uppsjóvarfiski. Talan er um at lata makrel í dós. Trupulleikin er bara, at tað eru tollforðingar í ES, ið gera, at Føroyar ikki eru kappingarførar við lond í ES. Sild, svartkjaftur og rækjur hava ikki somu tollforðing sum makrelur í dós. Makrelurin kann halda sær í trý ár. Verkætlanin er á royndarstigi, har Varðin hevur innrættað ein køk í einum virkisbygningi í Syðrugøtu, samstundis sum tey hava havt ein dana til hjálpar, ið hevur fingist við slíka framleiðslu í eini 17 ár.[4]

Dóttirfeløg hjá Varðanum og skip

rætta
  • P/F Hvamm, M/S Tróndur í Gøtu, nótaskip og trolari, bygdur 2010
  • P/F Krossbrekka, M/S Finnur Fríði, nótaskip og trolari, bygdur 2003
  • P/F Gulenni, M/S Tummas T, Nótaskip og trolari, keyptur úr noregi í 2013
  • P/F Desin, M/S Gøtunes, nótaskip og trolari keyptur sum Gitte Henning frá Gullak Madsen stórreiðara í Danmark í 2019


Fyrriverandi skip hjá varðanum:

  • P/F Driftin, M/S Jupiter, nótaskip og trolari, smíðiár og framleiðsluár: 1994, hevur fyrr verið heimahoyrandi í Hetlandi, æt tá Altaire.[5]
  • P/F Gulenni, M/S Saksaberg, nótaskip, smíðuár: 1973, framleiðsluár: 1996

Keldur

rætta
  1. "Vardin.fo, Um felagið". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304113952/http://www.vardin.fo/about+us.html. Heintað 2012-09-20. 
  2. ALS.fo, Varðin Pelagic á Tvøroyri
  3. Sudurrás.fo, Varðin Pelagic P/F er nú stovnað
  4. "in.fo - Varðin fer at byggja góðskingarvirki". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-08-06. https://web.archive.org/web/20150806063844/http://www.in.fo/news-detail/news/vardin-fer-at-byggja-godskingarvirki/. Heintað 2015-03-31. 
  5. "Vardin.fo, Jupiter". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305074856/http://vardin.fo/news-jupiter.htm. Heintað 2012-09-20. 

Ávísingar úteftir

rætta