Valborgarmessa
Valborgarmessa er 1. mai. Dagurin eitur eftir einari Valborg, ið var borin í heim í Wessex í Onglandi ár 710 og doyði 25. februar 779. Hon var kosin halgimenni 1. mai 779, og hesin dagur er minnisdagur hennara í Norðurlondum. Í katólsku kirkjuni er tað tó deyðsdagur hennara, 25. februar, ið verður minnisdagur. Møguliga er upprunin til dagin ein várfagnaður, sum í víkingatíð hevur verið hildin umleið 25. februar. Dagurin verður so helst fyrst knýttur at deyðsdegi Valborgar, og eftir at hon er kosin halgimenni 1. mai, flytur fagnurin til henda dag.
Í Svøríki verður dagurin hildin sum studentadagur, og í Finnlandi verður dagurin hildin við fagnaði, ið svarar til nýggjársaftan.