Vágs Sóknar Bygdasavn
Vágs Sóknar Bygdasavn er eitt savn í Vági, sum Vágs Fornminnafelag eigur. Vágs Fornminnisfelag hevur av og á framsýningar í Stóra Pakkhúsi, á ovastu hæddini, tað savnið verður nevnt Sjósavnið. Felagið hevur eisini eina fasta framsýning í Gamla Skúla á Oyrabø við modellum av teimum 9 skipunum úr Vági, ið gingu burtur undir Seinna Heimsbardaga, hetta savnið verður nevnt Vágur og seinni heimsbardagi. Tað er vágbingurin Poul í Garði Niclasen, vanliga nevndur Mallepoul, sum hevur gjørt skipsmodellini. Poul og kona hansara Marianna hava givið skipsmodellini í gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn, hetta hendi beint áðrenn jóansøku í 2010. Ein hátíðarløta var fyrst í Vágs Kirkju har Jógvan Fríðriksson, bispur, helt minningargudstænastu, síðan vóru skipini vóru sýnd fram í kirkjuni og so varð farið vestur á Minnisvarðan, har kransur varð lagdur.[1] Umframt modellir av skipunum eru nakrar gamlar myndir og frásagnir og nakrir lutir frá tí tíðini at síggja í savninum, eitt nú er ein bonkur sum er gjørdur av vrakinum av einum av skipunum.
Myndir
rætta-
Poul Niclasen og kona hansara Marianna, sum góvu tey 9 skipsmodellini til Vágs Sóknar Bygdasavn.
-
Aldan TG-25, ið gekk burtur 25. juli 1940, modell av skipinum.
-
Trý av skipsmodellunum, sum Poul Niclasen hevur gjørt.
Keldur
rætta- ↑ "Vagsbygdasavn.com, Framsýningin í Gamla Skúla.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-27. https://web.archive.org/web/20131127055848/http://vagsbygdasavn.com/Gamliskuli.html. Heintað 2012-11-20.