Minnisvarðin í Vági
Minnisvarðin í Vági er miðskeiðis í býnum, tætt við Vágs Havn og Vágs Skipasmiðju, nakað vestanfyri Vágs kirkju. Í 19. øld og nakað upp í 20. øld var eitt fiskapláss við fløtum steinum á staðnum, og tvey hús vóru bygd har til arbeiðsfólk sum komu norðanfjørðs at arbeiða við fiski. Tey húsini eru ikki til longur. Í 1977 varð ein minnisvarði bygdur á staðnum. Har er ein koparstandmynd av einari kvinnu, sum heldur einum róðri av føroyskum útróðrarbáti, hon sær syrgin út. Aftanfyri hana eru nakrar koparplátur stoyptar niður á fløtuna, á koparplátunum, eru nøvnini á teimum vágbingum, sum lótu lívið á sjónum, inngraveraði. Tað var Fridtjof Joensen, myndahøggari, ið gjørdi standmyndina. Rundan um plássið eru runnar og trø. Benkur standa ovarliga í parkini. Fyri at halda seyði burturi er ein girðing sett upp millum gongubreytina við Vágsveg og Minnisvarðan.
Nógv tiltøk verða á hvørjum ári hildin við Minnisvarðan í Vági, eitt nú verða grækarismessuhald og flaggdagshalds hildið har við røðum, felagssangi, kórsangi, horntónleiki osfr. Á jóansøku, tá hon verður hildin í Vági líka ár, fáa studentarnir prógvini handaði her og ofta fer steypahandanin eisini til kappróðrarfólkið fram her. Skúðgongur verða eisini gingnar til Minnisvarðan í Vági á jóansøku og til onnur hátíðarhald. Á minningardegi teirra sjólátnu verður kransur lagdur við standmyndina, fyri at minnast tey sum eru deyð á sjónum, tað verður gjørt eftir eina minningarguðstænastu í Vágs kirkju. Í desember verður eitt stórt jólatræ sett upp og jólaljós í ymiskum skapi verða eisini sett upp.
Myndir av minnisplátunum
rætta-
Deyð tíðarskeiðið 1808-1896
-
Deyð tíðarskeiðið 1899-1927
-
Deyð tíðarskeiðið 1932-44
-
Deyð tíðarskeiðið 1948-76
-
Deyð tíðarskeiðið 1979-99
Myndir
rætta-
Á sumri fáa studentarnir annað hvørt ár handað síni prógv við Minnisvarðan í Vági, her heldur Annika Olsen røðu.
-
Tvøroyrar Hornorkestur spælir á jóansøku 2010.
-
Grækarismessuhald í Vági í 2012, Marita í Lágabø, skótaleiðari bjóðar vælkomin. Standmyndin, Johan Dalsgaard og Kirkjukórið Ljómur síggjast aftanfyri.
-
Skótaliðið Royndin úr Vági við Merkinum og skótaflagginum, á Grækarismessu 2012. Tey standa á gamla fiskaplássinum.
-
Skótar og ítróttafólk úr Vági ganga skrúðgongu til Minnisvarðan á jóansøku 2012.
-
Kirkjukórið Ljómur syngur við Minnisvarðan til Grækarismessuhald í 2010.
-
Sirið Stenberg setir Jóansøkuna 2012.