Lat upp høvuðsmeny
Václav Havel

Václav Havel ( føddur 5. oktober 1936 í Prag, deyður 18. desember 2011[1] í Hrádeček í Hradec Králové, var ein kekkiskur politikari, rithøvundur og dramatikari. Havel var forseti í Kekkoslovakia 1989-1992 og forseti í Kekkia 1993-2003, eftir at Kekkoslovakia fór í tvíningar. Hann var ein av teimum leiðandi persónunum í borgararættindarøsluni Charta 77. Havel fekk eina langa røð av heiðurslønum fyri sítt stríð fyri demokrati og mannarættindi. Eftir Floyalskollveltingina, ið markeraði fallið hjá kommunismuni í Tjekkoslovakínum í 1989, gjørdist hann leiðari av tí breiða, demokratiska flokkinum Borgaraforum (Občanské fórum).

Sum rithøvundur skrivaði hann eitt nú sjónleikir, yrkingar og ritroyndir. Hann fekk sítt gjøgnumbrot sum dramatikari í 1963 við sjónleikinum Havaveitslan (Zahradní slavnost). Síðan útgav hann Memorandum (Vyrozumění) í 1965, sum er ein av hansara kendastu sjónleikum.

KeldurRætta