Turid Birkeland (fødd 5. november 1962 í Haugesund, deyð 24. desember 2015[1] í Oslo) var ein norskur mentanararbeiðari, fakfelagskvinna og politikari, ið umboðaði Arbeiðaraflokkin. Hun var mentamálaráðharri í stjórnini hjá Thorbjørn Jagland frá 25. oktober 1996 til 17. oktober 1997. Hon var eisini rithøvundur, mentanarstjóri og programmeleiðari í NRK, og leiðari fyri Risør kammermusikkfest. Frá 2008 var Birkeland seniorráðgevi í Telenor. 16. apríl 2012 tók Birkeland við sum stjóri fyri Rikskonsertene, eitt seks ára áramálsett starv, hon tók við eftir Åse Kleveland.

Turid Birkeland

Sjúka og deyði

rætta

Turid Birkeland fekk diagnosuna myelofibrosa í 2010, tað er krabbamein í beinmerkinum. Hon doyði eftir øllum at døma av bruna, ið kom sum fylgisjúka orsakað av krabbameinssjúkuni. Í eini samrøðu við VG Helg í 2012 greiddi hon frá, at hon hevði verið ígjøgnum eina pínufulla viðgerð við stamsellum frá ókendum gevara.

Sonur hennara var 10 ára gamal, tá ið Turid andaðist.

Keldur

rætta