Lat upp høvuðsmeny
Thorbjørn Jagland

Thorbjørn Jagland (føddur 5. november 1950 í Drammen, Buskerud sum Thorbjørn Johansen) er ein norskur politikari og rithøvundur. Hann var forsætisráðharri í Noregi 19961997.

LívsleiðRætta

Politiska lívsleiðinRætta

Jagland byrjaði politisku lívsleið sína í politiska ungmannafelagnum hjá norska Arbeiðaraflokkinum, AUF í Buskerud, har hann var formaður í tíðarskeiðnum 1973–1976. Frá 1975–1983 var hann harumframt limur í fylkistinginum í Buskerud. Hann varð valdur inn í norska Stórtingið fyri fyrstu ferð í 1993 fyri Arbeiðaraflokkin. Hann var leiðari fyri Arbeiðaraflokkin frá 1992 til 2002, forsætisráðharri frá 1996 til 1997 og uttanríkisráðharri frá 2000 til 2001. Frá 2005 til 2009 var hann stórtingsformaður. 29. september 2009 bleiv hann valdur til aðalskrivari fyri Evroparáðið. 2009 til 2011 var Thorbjørn Jagland formaður í Norsku Nobelnevndini.

Lívsleið sum rithøvundurRætta

Jagland er ein virkin rithøvundur og hevur útgivið fleiri bøkur, eitt nú bøkurnar Min europeiske drøm í 1990, Brev í 1995, Vår sårbare verden í 2001 og Ti teser om EU og Norge í 2003.[1]

KeldurRætta

  1. snl.no




Sí miðlasavnið