Jens Stoltenberg
Jens Stoltenberg | |
---|---|
Føddur | 16. mars 1959 Oslo, Noregi |
Útbúgving | Cand.oecon. |
Flokkur | Arbeiðaraflokkurin |
Álitisstørv | |
1993– | Stórtingsmaður |
1993–1996 | Vinnu- og orkuráðharri |
1996–1997 | Fíggjarráðharri |
2000–2001 | Forsætisráðharri |
2005–2013 | Forsætisráðharri |
Jens Stoltenberg (føddur 16. mars 1959 í Oslo) var forsætisráðharri í Noregi frá 2005 til 2013. Eisini forsætisráðharri 2000–2001. Formaður Arbeiðarafloksins síðan 2002, og stórtingsmaður fyri Oslo síðan 1993. Vinnu- og orkuráðharri 1993–1996 og fíggjarráðharri 1996–1997. Stoltenberg hevur mangan nevnt móður sína sum størstu fyrimynd sína; Karin Stoltenberg hevur sagt frá, at hon ætlaði sær at vera granskari og var í holtur við at útbúgva seg innan ílegugransking, tá hon síðst í fimmtiárunum hitti Thorvald Stoltenberg og giftist honum. Tey fingu trý børn, Jens, Ninni og Camilla.
Jens Stoltenberg verður aðalskrivari í NATO; hann byrjar í starvinum tann 1. oktober 2014 og tekur við eftir danan Anders Fogh Rasmussen. Sambært vælvitandi keldum var tað týski kanslarin, Angela Merkel, sum mælti til at velja Jens Stoltenberg til aðalskrivara í NATO. Keldurnar vita eisini at siga, at Barack Obama tók beinan vegin undir við týska kanslaranum.
Sí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rættaJohan Nygaardsvold (1945) | Einar Gerhardsen (1945–51) | Oscar Torp (1951–55) | Einar Gerhardsen (1955–63) | John Lyng (1963) | Einar Gerhardsen (1963–65) | Per Borten (1965–71) |
Trygve Bratteli (1971–72) | Lars Korvald (1972–73) | Trygve Bratteli (1973–76) | Odvar Nordli (1976–81) | Gro Harlem Brundtland (1981) | Kåre Willoch (1981–86) | Gro Harlem Brundtland (1986–89) |
Jan P. Syse (1989–90) | Gro Harlem Brundtland (1990–96) | Thorbjørn Jagland (1996–97) | Kjell Magne Bondevik (1997–2000) | Jens Stoltenberg (2000–01) | Kjell Magne Bondevik (2001–05) |
Jens Stoltenberg (2005–13) | Erna Solberg (2013–21) | Jonas Gahr Støre (2021–)