Tasmania
Landafrøði

Vídd 90,758 km²
Vatn 24.63 %

Umsiting
Land Avstralia Avstralia
Íbúgvalæra
Fólkatal 512,100 (2012)
Íbúgvatættleiki 7.36 /km²

Tasmania er ein oyggj, hon liggur í ein landsynning úr Avstralia. Hon er minsta landið í Avstralska samveldinum, og har búgva eini 512 000 fólk. Sundið millum Tasmania og Avstralia eitur Bass-sund. Veðurlagið í Tasmania er temprað, og avfallið nóg mikið til allan vøkstur. Har veksur bæði savanna og regnskógur. Vetrarnir eru mildir, og sumrini nakað sum í Vesturevropa. Veðurlagið er vátligari og svalligari enn aðrastaðni í Avstralia, og oyggin er gitin fyri grønmeti, seyðahald og frukt. Tey hava eisini silvur, tin og aðra námsvinnu. Stórir partar av vestarlaga á oynni eru óbygdir. Har eru tættir skógir og nógv høg fjøll. Her halda nøkur av teimum villu upprunadjórunum til enn, til dømis posadevulin.

Oyggjarbúgvarnir eru bøndur og ídnaðarmenn. Bøndurnir hava stórar súreplagarðar, og frukt er ein munandi útflutningsvøra. Teir hava eisini stórar veltur av humlu, sum fer til ølgerð. Teir velta eisini korn, epli og alskyns grønmeti. Seyðurin er nógvur í haganum og neytini við, og í skógunum vaksa nógv virðismikil trø. Trøini verða í býunum gjørd til hús og býnyttur, men mongdin fer til pappírsídnað. Landbúnaðurin og dýrahaldið geva ráevni til ídnað.

Fyrst í 17. øld fingu niðurlendingar alt størri ræði sum sjófarandi tjóð í Asia, Avstralia og í Kyrrahavsoyggjum. Teir løgdu seg meira eftir at fáa vinning burtur úr handlinum enn at gera rannsóknarferðir, men á longu leiðini úr Suðurafrika til Indonesia sigldu teir tætt fram við strondini í ókenda meginlandinum Avstralia. Í 1616 fór Dirck Hartog skipari í land har, og tað sama gjørdu mangir aðrir niðurlendskir sjómenn eisini seinni. Í 1642 avgjørdi Anthony van Diemen, stjóri í Niðurlendska Eysturindiafelagnum, við høvuðssetri í Jakarta, at lata Abel Tasman standa á odda fyri einari rannsóknarferð til Avstralia. Ætlanin var at fáa meira at vita um, hvussu stórt meginlandið var, sum teir hildu var heilt suður í Kyrrahav, og at finna eina styttri siglingarleið til Suðuramerika. Tasman kom fyrst til oynna, sum nú eitur Tasmania. Hann nevndi hana Van Diemens Land. Síðan kom hann eisini til Nýsælands, Fiji og Tonga. Í 1644 teknaði hann kort av norðurstrond Avstralia. Um allan hin ovurstóra partin av avstralska meginlandinum visti eingin nakað at siga, uttan frumfólkið.

Myndasavn

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið