Týr (gudur)
Týr er krígsgudur í norrønu gudalæruni. Hann misti høgru hond, tá hann legði Fenrisúlvin í fjøtur.
Vit hitta Týr í Hymiskviðu í eldru Eddu, har hann hjálpir Tóri at fáa eitt kar, ið er nóg stórt til at bryggja øl til allar gudar í einum.
Sambært yngru Eddu er Týr sonur Óðins, men sambært Hymiskviðu er hann sonur jatnans Hymis.
Týsdagur er uppkallaður eftir Týr, eins og ónsdagur og tórsdagur (suðuroyarmál) eru uppkallaðir eftir Óðini og Tóri.
Keldur
rætta- Michelsen, Ólavur: Norrøn gudalæra. Føroya Skúlabókagrunnur (1968)
- Tyr (krigsgud) - Wikipedia (danskt)
Gudarnir í Norrønu gudalæruni | |
---|---|
Æsir: |
Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur |
Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár | |