Svarti pantarin er eitt av størstu ránsdjórunum í frumskóginum. Tað er trupult at fáa eyga á pantaran, tí hann er myrkur í liti. Hann sæst tí ikki, tá ið hann lúrir eftir fongi í myrka skóginum. Svarti leopardurin heldur til í Ásia og Afrika. Svartir jaguarar halda til í Suðuramerika. Svarti pantarin etur kjøt og veiðir fisk, fugl, súgdjór og skriðdjór. Pantarar eru súgdjór.

Svartir pantarar halda til í frumskógunum í Afrika, Ásia og Suðuramerika.