Celsiusstigin

(Ávíst frá Stig Celsius)

Celsiusstigin verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortini enn, sum brúka fahrenheitstigan. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í kelvin.

Hitamálari −50 °C til +50 °C.

Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá kelvinstiganum.

Stigin er nevndur eftir svenska vísindamanninum Anders Celsius (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Óheftir av hvørjum øðrum broyttu franski alisfrøðingurin Jean-Pierre Christin (1683–1755) og svenski plantufrøðingurin Carl von Linné (1707–1778) stigan til tann, vit kenna í dag. Hetta var í ávikavist 1743 og 1744.

Í millumtjóða eindarskipanini SI verður celsiusstigin brúktur um temperatur í mun til frystipunktið á vatni, t = T − T0, har T0 = 273,15 K.[1] Eindin eitur "stig Celsius", og symbolið er °C. Tíverri tosa summi um hitastig og kuldastig, alt eftir um temperatururin er omanfyri ella niðanfyri frostmarkið, men hetta er óheppið! Talan er ikki um ymiskar mátieindir omanfyri og niðanfri frostmarkið!

Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius", so sum mælt er til í SI-reglunum. Veðurtíðindini frá BBC skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985.[2]

Stigaumrokning

rætta

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: TK = TC + 273,15.

Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: TC = TK − 273,15.

Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: TC = (TF − 32)/1,8.

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: TF = TC × 1,8 + 32.

Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar. Stigaumroknarar eru eisini á internetinum.[3]

Keldur

rætta
  1. BIPM: The International System of Units (SI), 2019
  2. 1985 BBC Special: A Change In The Weathe
  3. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/
Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið