Spógvin (frøðiheiti Numenius phaeopus) kemur vanliga seinna partin í apríl, og tá ið komið er út um krossmessu, hoyra vit hansara vakra bríkslandi mál í bø og haga. Hann eigur um somu leiðir sum tjaldur, men í vølli. Til reiður grevur hann sær eina kullu, sum hann oftast klæðir innan við deyðagrasi ella mosa. Seinna partin í mai verpur hann 4 - sjáldan 3 - og ger ongan dag millum hvørt eggið. Tey eru brúnlig-grøn við dimmum blettum. Tó at tey eru nógv størri enn tjaldursegg, bilar honum aldri at verma, tí hann dugir so væl at leggja tey í reiðrinum: trý tætt at hvørjum øðrum við spíska endanum inn móti miðjuni; tá gera tey sum ein ring við einum breiðum gloppi í, og í hetta gloppið leggur hann hitt fjórða eggið langvegin. Soleiðis løgd eru tey lættast at breiða seg útyvir, tí nú er víddin minst, og nakað smalri annan vegin. Tá ið fólk kemur nær, sker steggin í eitt bríksl, og bøgan skundar sær av, rennur ella flýgur tætt yvir jørðini, til hon er ivaleysa langt burtur.

Spógvi

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Scolopacidae
Slekt: Numenius
Slag: N. phaeopus
Numenius phaeopus

23 ella 24 dagar eftir, at seinasta eggið er vorpið, kemur út. Ungarnir eru sera vakrir, bleikgulir við dimmbrúnum prikkum; oman á høvdinum hava teir ein avlangan svartan ring, sum eina krúnu um skallan; úr honum gongur ein svørt strika fram í nevið og onnur aftur í nakkan. So skjótt, teir eru turrir, fara teir úr reiðrinum - altíð er ein, ofta tveir rýmdir, áðrenn hin seinasti er útkomin; og frálíka skjótt kunna teir renna. Kemur fólk har um vegir, so bríksla tey gomlu til ávaring, og teir trýsta seg slættar niður í vøllin. Tá eru teir ótrúliga ringir at fáa eyga á.

Spósnevið er so neyðarsliga klænt og lint, at til verju dugir tað ikki. Men hin rádni er ikki fyri ongum. Kemur kjógvi ella likka nær, so rýkur hann við einum geyli eftir teimum, og snúiligur, sum hann er, berjir hann tey við vongknugvunum. Makin, sum hoyrir rópið, er skjótt hjá, og fíggindin skundar sær at flýggja. Er tað størri fuglur, ravnur ella bakur, samlast ofta fleiri spógvar til og reka hann burtur. Tá ið ungarnir eru floygdir, koma bæði teir og hinir gomlu í bøin. Seinna partin í august fara teir at rýma, ungarnir nakað seinni enn teir gomlu, og onkur ungi kann síggjast til eftir mikkjalsmessu. Um veturin sigast teir at vera í Suðurafrika.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið