Reyðspógvin (frøðiheiti - Limosa limosa) er væl minni enn spógvi. Nevið er líka langt sum spósnev, men beint ella eitt sindur uppábent. Hann er sera hábeintur. Høvd og hálsur og bringa er reyðbrúnt, koparlitað - harav hevur hann eisini navnið koparsnípa. Kápan er flekkut av dimmbrúnum og bleikbrúnum, velið er svart, í neðra er hann hvítur. Tá ið hann flýgur, sæst ein hvít strípa á veingjunum. Um veturin er hann mest gráligur omaná. Hann er ikki ofta at síggja í Føroyum, og sera sjáldan hevur hann reiðrast; men í seks ár (1914—1919) átti hann stutt oman fyri bøgarðarnar í Sandavági. Dúnungin líkist mest spósunga.

Reyðspógvi


Støða
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Scolopacidae
Slekt: Limosa
Slag: L. limosa
Limosa limosa.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið