Sigmundur Davíð Gunnlaugsson

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson (føddur 12. mars 1975 í Reykjavík) er íslendskur politikari. Hann var forsætisráðharri Íslands frá 2013 til 2016 og formaður fyri Framsóknarflokkin frá 2009 til 2016. Í 2016 noyddist hann at leggja frá sær sum forsætismálaráðharri, tá ið tað varð avdúkað, at hann fjaldi pengar í skattaskjóli.[1] Eftir at hann var farin úr Framsóknarflokkinum, stovnaði Sigmundur Davíð í 2017 nýggjan flokk Miðflokkinn, sum var stóri vinnarin á altingsvalinum í oktober sama árið.

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson

KeldurRætta

Ávísing úteftirRætta