Tóra við Keldu

føroyskur svimjari úr Klaksvík

Tóra við Keldu (f. 1974) er føroyskur svimjari úr Klaksvík. Hon er dóttir Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra og Betty Skaale. Hon luttók í Paralympisku Leikunum í Seoul, Suðurkorea í 1988, men gavst at svimja, tá hon var 21 ára gomul. Hon starvast sum lærari í Ósáskúlanum í Klaksvík. Tá beiggin Pætur við Keldu luttók í danska Melodi Grand Prix'num, var Tóra við sum kórsangari. Systir Tóru, Gunvá við Keldu var borgarstjóri í Klaksvík 2009-2012 og pápi hennara, Jógvan við Keldu, var borgarstóri í Klakvíkar kommunu 1981-88 og 1993-2000.

Heiðursmerki rætta

Tóra vann fleiri heiðursmerki á Paralympisku Leikunum í Seoul í 1988, tvey bronsu og eitt silvur.[1]

Keldur rætta

  1. Paralympic.org, luttakarar og heiðursmerki á Paralympisku Leikunum hjá Føroyum
  • Joensen, Dagny: Tvey systkin í Klaksvík. Í: Tráðurin 10/2002.