Gunvá við Keldu (fødd 1966) var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 1. januar 2009 til 31. desember 2012. Hon varð afturvald á býráðsvalinum í november 2012, men gjørdist ikki borgarstóri.

Gunvá við Keldu
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu
Í embæti
1. Januar 2009 – 1. Januar 2013
Undanmaður Steinbjørn O. Jacobsen
Eftirmaður Jógvan Skorheim
Persónlig kunning
Fødd(ur) Gunvá við Keldu
(1966-10-09) oktober 9, 1966 (aldur 58)
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin
Útbúgving Grafikari

Gunvá við Keldu er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon er útbúgvin grafonom og hevur í eitt áramál rikið sína egnu fyritøku. Áðrenn hon frá ársbyrjan 2009 tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevði hon í 8 ár arbeitt sum stjóri í sniðgevingsfyritøkuni Vasti. Gunvá er dóttir Jógvan við Keldu, sum var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 1981-89 og 1993-2000.

Gunvá er býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Hon varð fyrstu ferð vald inn í Klaksvíkar Býráð fyri valskeiðið 2004-2008, har hon sat sum forkvinna í mentanarnevndini.