Pentagon er miðdepil fyri Verjumálaráðið í USA. Verjumálaráðið hevur ábyrgdina fyri verjuna av USA og av øllum hernaðarvirksemi hjá USA. Bygningurin er ein fimmhyrnt borg, ið liggur í Arlington í Virginia og hevur eittans endamáli: at verja USA og landsins íbúgvar.

The Pentagon
Pentagon í januar 2008
Pentagon liggur í District of Columbia
Pentagon
Staðseting í Washington, D.C. økinum

Í yvirgangsálopunum 11. september 2001 doyðu 2.996 fólk. Av teimum vóru 125 í Pentagon. Fýra rænd flogfør vórðu nýtt í álopunum. Tvey teirra rendu á World Trade Center í New York City, eitt rendi á Pentagon og tað fjórða datt niður í Pennsylvania. Í teimum fýra flogførunum doyðu 246 fólk. 2.606 doyðu í og kring World Trade Center, og 125 doyðu í Pentagon. Tey deyðu vóru øll sivilfólk uttan 55 herfólk í Pentagon. Endaligu hagtølini vóru ikki gjørd fyri enn fleiri ár eftir hendingarnar.

Keldur rætta

  1. Consumer Price Index (estimate) 1800–. Federal Reserve Bank of Minneapolis. Retrieved November 10, 2015.
  2. Staff (2010-07-09). "National Register Information System". National Register of Historic Places. National Park Service. http://nrhp.focus.nps.gov/natreg/docs/All_Data.html. 
  3. "Virginia Landmarks Register". Virginia Department of Historic Resources. http://www.dhr.virginia.gov/registers/register_counties_cities.htm. Heintað May 12, 2013.