Munurin millum rættingarnar hjá "Trælavatn"

Content deleted Content added
Terjibeder (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "'''Trælavatn''' er eitt vatn á Eysturoynni, sum liggur millum Trælavatnaskarð og Skarðsbrúgv, nakað omanfyri Kambsdal. Onnur helvtin av..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 24. sep 2020 kl. 00:05

Trælavatn er eitt vatn á Eysturoynni, sum liggur millum Trælavatnaskarð og Skarðsbrúgv, nakað omanfyri Kambsdal. Onnur helvtin av vatninum er partur av Fuglafjarðar Kommunu, meðan hin helvtin hoyrir til Eysturkommunu[1].

Á Trælavatni er ein jolla, sum Miðnámsskúlin á Kambsdali eigur og brúkar til sítt skúlavirksemi. Jollan eitur Økotussi og varð borin niðan í 2017 av næmingum á skúlanum, í samband við árliga ítróttardagin.

Uppruni til navnið

Eins og við Trælanípu, er upprunin til navnið Trælavatn ókendur. Tó var tað ikki ókent at offra trælir til norrønu gudarnar, og tí lata nøvnini Trælanípa og Trælavatn upp fyri tankanum um, at trælir hava verið offraðir á staðnum[2].

Meðan Trælanípa hevur vælkenda søgn um trælir, sum vóru stoyttir útav[3], er søgnin um Trælavatn minni rótfest, hóast søgur hava verið sagdar um trælir, sum hava verið druknaðir har.

Frá Kambsdali til Skálabotn gongur ein varðagøta, sum gongur framvið Trælavatni og Valaknúkum, har Floksmenninir vóru kastaðir av, eftir at hava fingið deyðadóm. Tó er navnið Trælavatn eldri enn hendingin við Floksmonnunum, og tí er helst onki samband millum hesi bæði støðini.

Keldulisti

  1. "Føroyakort". Umhvørvisstovan. http://www.kortal.fo/. Heintað 24-09-2020. 
  2. Í Ólavsstovu, Vár (2016). "Staðarnøvn kelda til trúgv forfedra okkara". Frøði. http://frodskaparfelag.fo/wp-content/uploads/2020/03/frodi-2016-nummar-2.pdf. Heintað 24-09-2020. 
  3. "Miðvágur". Visit Faroe Islands. https://visitvagar.fo/welcome-to-vagar/about/the-villages/midvagur/?lang=fo. Heintað 24-09-2020.