Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali er ein samanlegging av Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy og Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Skúlarnir vóru lagdir saman í ein stovn, ið fekk navnið Miðnám á Kambsdali. Rektari er Páll Isholm sum frammanundan hevði verið skúlastjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali í 11 ár, síðan lærari á Studentaskúlanum í nøkur ár, og seinastu mánaðirnar undan samanleggingini var settur rektari á Studentaskúlanum. Klaksvíkar HF-skeið, sum undan samanleggingini var deild undir Studentaskúlanum, er eftir samanleggingina deild undir Miðnámi á Kambsdali.

Miðnám á Kambsdali hevur 6 breytir: Búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrbreyt, serbreyt og yrkisbreyt (FHS) umframt akademiútbúgving.

Á Miðnámi á Kambsdali ganga reiðiliga 500 næmingar, og saman við Klaksvíkar HF-skeiði fevnir stovnurin um umleið 600 næmingar og um 90 starvsfólk.

Slóðir úteftir

rætta