Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Faroese language}}
Bazzy11 (kjak | íkøst)
Linja 245:
 
=== Lýsingarorð ===
 
[[Lýsingarorð]] bendast í stórum dráttum á sama hátt sum vit kenna úr nútíðarmáli, og her eins og í øðrum bendingum verður skilt millum /i/ og /u/ í endingum á sama hátt sum í [[V. U. Hammershaimb]]s rættskriving. Ein gongd sum sæst í bendingini av føroyskum lýsingarorðum, er samjavnaður millum orð við a og æ í stovninum. Í Hammershaimb síggja vit at hesin samjavnaður er farin fram, soleiðis at ikki bara a, men eisini æ kann broytast til ø ella o í bendingini. Vænur eitur í kvennkyni von fyri eldri væn. Slættur eitur í hvørjumfalli sløttum (skrivað slettum) fyri eldri slættum, og rættur, ræddur og slættur eitur í kvennkyni røtt (skrivað ret), rødd (skrivað ræd) og sløtt (skrivað slæt, slet) fyri eldri rætt, rædd og slætt. Ein onnur broyting er hon at lýsingarorð við -in (til dømis heiðin ella búgvin), sum í eldri máli høvdu sama form í hvønn- og hvørfalli eint. í kallkyli, hava í nútíðarmáli -an í hvønnfalli (heidnan, búnan), hetta í [[analogi]] við onnur lýsingarorð.
 


* Øll lýsingarorð, sum í kvennkyni og í kallkyni enda við ''-in'' ella við ''-il'', enda í hvørkikyni við ''-ið'':


 
{| style="margin-left: auto; margin-right: auto; border: none;"
! Kallkyn || Kvennkyn || Hvørkikyn
|-
|Mikil||Mikil || Mikið
|-
| Lítil || Lítil || Lítið
|-
| Tolin || Tolin || Tolið
|-
| Egin || Egin || Egið
|-
|Íðin || Íðin || Íðið
|-
| Løgin || Løgin || Løgið
|-
|}


 
Vit siga tí til dømis ''tolið'' hevur ''Ð'', tí tað eitur ''tolin'' í bæði kvennkyni og kallkyni.


 
* Lýsingarorð, sum í kvennyni enda við ''-g'', enda í hvørkikyni við ''-gt'', t.d. liðug - liðugt, men enda tey í kvennkyni við ''-t'', er einki ''-g'', t.d.: fjákut. Ávíst [[navnorð]] taka veikt bend lýsingarorð aftur at sær: “hesa '''eldru''' gentuna” ella “hesa '''skeivu''' gongd.” Óávíst navnorð taka sterkt bend lýsingarorð aftur at sær: “eina '''eldri''' gentu” ella “eina '''skeiva''' gongd.”
 
=== Fornøvn ===