Snarvegur:
WP:BOTT

Tólmenni ella bottar eru sjálvvirkin forrit sum samarbeiða við Wikipedia eins og vanligir brúkarir.

Enn eru ongir føroyskir bottar, tí eru teir bottar, tú sært her á síðuni, vanliga bottar, sum seta inn slóðir til greinar á øðrum málum. Um tú vilt hava ein bott at koyra á føroyska Wikipedia, kanst tú skriva eina áheitan á Wikipedia:Áheitan um bott støðu síðuni.

Sí eisini listan av skrásettum bottum.

Trupulleiki við botti rætta

Um tú sært ein bott, ið hevur eina atferð, sum ikki hjálpir Wikipedia, skriva so eini boð á kjaksíðuni hjá bottinum um hetta. Hjálpir hetta ikki, kanst tú seta teg í samband við ein umboðsstjóra við eini frágreiðing um trupulleikan.