Wikipedia:Umboðsstjóri

Umboðsstjórar ella administratorar eru skrásettir brúkarar, sum kenna væl reglurnar sum eru galdandi á Wikipediu-verkætlanini, eru álítandi og hava sum oftast gjørt nógvar rættingar á Wikipediu, áðrenn tey gerast umboðsstjórar. Umboðsstjórar hava ikki meira at siga enn aðrir brúkarar, teir/tær hava bara fleiri møguleikar fyri at rætta í verkætlanini enn hinir brúkararnir, t.d. í stríðnum móti herverki. Brúkarar ið ynskja at arbeiða við at verja føroysku Wikipediu móti herverki, og sum hava gjørt nógvar rættingar og kenna væl til verkætlanina, kunnu um tey ynskja tað, søkja um at gerast administratorar. Um tey hava víst góðan atburð og virka álítandi, so skuldi tað ikki verið nakrar trupulleiki at givið teimum administrator-rættindi.

Eyka møguleikar ið administratorar hava eru til dømis:

  • at verja síður og taka verjuna vekk aftur
    • Til ber at verja eina síðu, so bert umboðsstjórar kunna rætta síðuna. Hetta kann vera hent, um ein síða ofta verður vandaliserað og verður til dømis nýtt til forsíðuna.
  • sletta og endurstovna síður
  • rulla aftur rættingar, ið eru herverk, við einum klikki, sera hent um onkur t.d. hevur gjørt 10-20 rættingar (herverk) á eini síðu
  • sletta myndir og aðrar fílur
  • fjala versjónir frá seinastu broytingar-listanum
  • sperra brúkarar ella IP-adressur og taka sperringina vekk aftur
  • gera rættingar í brúkaramarkamótinum og á øðrum vardum síðum
    • Í MediaWiki-navnarúminum liggja allir teir føroysku tekstirnir, sum eru í markamótinum á Wikipedia. Hesir eru vardir, so at bert umboðsstjórar kunna rætta teir, tí at nakrir av teimum kunnu broytast, so at øll síðan verður óvirkin. Ein listi yvir øll boð er til taks.

Embætismenn (byrokratar) eru administratorar, ið hava tann tøkniliga møguleikan at gera aðrar brúkarar til umboðsstjórar (administratorar) og til embætismenn (byrokratar), og geva bottstatus. Fyrr hava embætismenn/kvinnur eisini havt møguleika fyri at hjálpa brúkarum, ið ynskja at broyta teirra brúkaranavn, men hetta verður nú gjørt á einum sentralum staði, eftirsum brúkaranøvn nú eru global, tvs. at ein brúkari hevur sama brúkaranavn á øllum Wikipedium (á øllum málum), og at ongin annar kann hava sama brúkaranavn. Til ber at biðja um at fáa sítt brúkaranavn broytt við at fara til hesa síðuna (trýst á leinkjuna) og biðja um tað har..

Tað er ymiskt á teimum ymisku wikipediunum, hvørjar mannagongdir man hevur viðvíkjandi umboðsstjórum og embætisfólkum. Á teimum stóru málunum brúka tey oftast eitt tíðarskeið á 1 til 2 ár við lítlum ella ongum virksemi sum leiðreglu fyri, nær ið administrator-status kann takast frá einum brúkara. Á teimum lítlu, sum t.d. tí føroysku, eru ikki nakrar leiðreglur hesum viðvíkjandi.

Hvussu verði eg umboðsstjóri?

rætta
  • Verandi politikkur á tí føroyska Wikipedia er at geva teimum, sum eru sera virkin og fegin vilja tað, umboðsstjórastøðu. Tú kanst gera eina áheitan um umboðsstjórastøðu, og so fært tú at vita, um tú kanst vera umboðsstjóri.

Sjálvt um tú hevur fingið "umboðsstjóra"-atgongd, so biðja vit teg tó um at vísa varsemi, tá tú nýtir hesar eyka funkurnar, serstakliga møguleikan at gera fyrispurningar í dátugrunninum, tí hetta kann møguliga fáa alt Wikipedia til at steðga upp.

Listi yvir Umboðsstjórar og Embætisfólk

rætta

Umboðsstjórar eru merktir við "(Umboðsstjóri)" í listanum yvir skrásettar brúkarar. Vit hava í løtuni hesar umboðsstjórar og embætisfólk, umboðsstjórar eita á enskum administators, embætismenn/kvinnur verða á enskum nevnd bureaucrats. Á føroysku Wikipediu eru í løtuni hesi umboðsstjórar:

Fyrrverandi umboðsstjórar

rætta

Aðrir atgonguformar

rætta

Embætismenn

rætta
  • Kunnu gera nýggjar umboðsstjórar.

Innritaðir brúkarar

rætta
  • Hava atgongd til eitt sindur meira hentleikar enn ikki innritaðir brúkarar.

Ternur

rætta
  • Umboðsstjórar yvir landamørk.

IP adressa

rætta
  • Vitjandi, sum ikki fáa sær eitt brúkaranavn og "rita inn", kunnu framvegis fremja flest ting, so sum tað mest umráðandi: rætta greinar og hjálpa við at røkja Wikipedia. Hjá ikki-innritaðum brúkarum verður teirra IP-adressa skrásett í staðin og sæst í søguni hjá tí síðuni, ið viðkomandi hevur rættað. Summar IP-adressur eru sperraðar orsakað av at ov nógv herverk er framt frá hesum IP-adressunum, talan kann t.d. vera um skúlar.

Mennarar

rætta
  • Menna ritbúnaðin til Wikipedia.

Bottar

rætta