Munurin millum rættingarnar hjá "PDF"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
Benadikt (kjak | íkøst)
s stavseting
 
Linja 1:
'''PDF (Portable Document Format) er''' ein "opin standard" fíluslag, sum [[Adobe Systems]] kom við í [[1993]]. PDF er eitt skjalasnið, ið m.a. varðveitir uppseting og skrift á einum teldutøkum skjali. T.v.s. at líkamikið hvat fyri eitt tól, ið tú letur skjalið upp við, so sær skjalið eins út. Pdf-skjøl kunnu lesast av øllum sum hava tikið niður (downloadað) ein Adobe Reader pdf-lesara, sum er eitt ókeypis forrit. Ein eigur ikki at kunna skriva í pfd skjøl, men tað ber kortini til í ávísum førum. Til hetta krevst serligt forrit t.d. Adobe Acrobat ella Libre Office. Tann, sum velur at brúka PDF -formatið, ger tað ofta fyri at vera vísur í, at fólk ikki fara at broyta nakað í skjalinum.
 
Tá pdf-skjalið verður gjørt, er møguligt at læsa skjalið á ymiskan hátt, t.d. soleiðis at ikki ber til at viðgera skjalið ella at prenta tað. Brúkarin kann bara gera tað við pdf-skjalið, sum rættindi eru givin til. Sum dømi kann nevnast, at eitt nú Arbeiðsloysisskipanin í [[Føroyar|Føroyum]] nýtir pdf-skjal sum umsóknarblað, har fólk kunnu útfylla kravdu teigarnar á internetinum, og síðan skriva tað út og undirskriva tað, fyri síðan at skanna tað inn og senda tað við telduposti. Tað ber ikki til at goyma slík skjøl á telduni. Hesi skjøl verða eisini ofta nýtt til spurnarkanningar á internetinum.