Munurin millum rættingarnar hjá "Susvim"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
"Lat" er boðsháttur av "at lata"! Tátíð eitur "læt"!
Linja 1:
[[Mynd:Susvim 2014.JPG|thumb|300px|Susvim 3. september 2014, tá móttøka var fyri [[Pál Joensen]], eftir at hann nakrar vikur frammanundan hevði vunnið tvey silvur heiðursmerkisilvurheiðursmerki á EM í svimjing í Berlin.]]
 
'''Susvim''' er svimjifelag í [[Suðuroy]]nni, sum varð stovnað [[6. september]] [[2007]]. [[Orð]]ið Susvim er stytting av '''Suðuroyar Svimjifelag'''. [[Marlon Kjærbo]] er formaður í Susvim. Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í [[Suðuroy]]nni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag (stovnað [[6. mars]] [[1964]]) og Vágs Svimjifelag. Høvuðsvenjari hjá felagnum er [[Jón Bjarnason]]. Tey fyrstu árini, fram til Páls Høll latlæt upp í oktober 2015, fór venjingin fram í 25 metra svimjihyli í [[Vágs Svimjihøll]] í [[Vágur|Vági]] og í 12,5 metra svimjihyli á [[Tvøroyri]]. Fyrr var neyðugt at fara av landinum, fyri at venja í langhyli (50-metrar), men eftir at Páls Høll varð bygd við Føroya fyrsta langhyli á 50 metrar, er ikki longur neyðugt at fara av landinum á venjingarlegu. Páls Høll liggur á Oyrunum á syðra armi av Vágsfirði, beint eystanfyri SEV-verkið (Vágsverkið), soleiðis at avlopshitin frá verkinum, ið fyrr rann á sjógv, nú verður nýttur til at upphita svimjihylin í Páls Høll.
 
== Susvim sett 27 met í januar 2016 ==