Sellofan (sjónleikur)

Sellofan er upprunaliga ein íslendskur einrøðuleikur, sum bleiv umsettur í samband við Listastevnuna 2005. Tjóðpallur Føroya skipaði fyri uppsetingini í august/september 2005.

Um leikin

rætta

Sellofan snýr seg um lívið hjá karrierukvinnuni, sum í sínum stressaða dagligdegi roynir at samtvinna egnar arbeiðsambisjónir, barnauppalingina og sexlívið. Men eftirsum tað er heldur trupult hjá henni at náa alt, so verður ymiskt (sum til dømis: reingerð og rudding) útsett til seinni, man skal jú sleppa at hugna sær frammanfyri sjónvarpinum onkuntíð! Maðurin arbeiðir nógv fyri at tey skulu fáa ráð til hetta lívið, og eftirsum hann eisini skal hava sítt, og hon er farin at stúra fyri sexlívinum, fer hon at vinda seg inn í sellofan, tí tað hevur hon lisið í einum damu-blað, at monnum dámar væl. Hvussu er og ikki, so dámdu føroysku áskoðarunum væl leikin, tí heilt nógv fólk sóu hann. Sama skilið var í Íslandi, haðani leikurin upprunaliga kemur.

Keldur

rætta


Slóðir úteftir

rætta