Sankta Pátrikur
Sankta Pátrikur (írskt Naomh Pádraig, enskt Saint Patrick) - († uml. 386 - * (ætlandi) 17. mars 493 (møguliga 463), hesin dagur er nevndur Pátriksmessa eftir honum. Hann var breti, ið ungur varð rændur av írum, har hann var trælur í eini 6 ár, til honum eydnaðist at flýggja. Hann gjørdist prestur og biskupur, og seinni fór hann sum trúboðari aftur til Írlands, har hann átti týðandi lut í at kristna norðara og vestara partin av Írlandi. Hann virkaði í írlandi frá á 433. Í 7. øld var hann kanoniseraður (roknaður) sum verndarhalgimenni Ìrlands. Dagurin er írskur tjóðardagur og verður hátíðarhildin við stórum skrúðgongum. Í 2006 vóru umleið 1/2 mió fólk í skrúðgonguni í Dublin í Írlandi. Dagurin er halgidagur í Írlandi, og handlar, bankar o.a. hava vanliga stongt.
Sankta Pátrikur | |
---|---|
Fødd(ur) |
uml. 386 Stóra Bretlandi |
Doyði | (ætlandi) 17. mars 493 |
Hámett(ur) í | Rómversk katólsku, eystaru katóslku, eystaru ortodoksu, anglikansku og luthersku kirkjunum) |
Halgiskrín | Armagh, Norðurírlandi, Glastonbury Abbey, Onglandi |
Navnadagur | 17. mars (Pátriksmessa) |
Vernd hjá |
Írlandi Nigeria Montserrat Archdiocese of New York Roman Catholic Archdiocese of Newark Boston Rolla (í Missouri, USA) Loíza (í Puerto Rico) Murcia (í Spania) Clann Giolla Phádraig Archdiocese of Melbourne advokathjálparfólki verkfrøðingum ákallaður ímóti slangum ímóti syndum (hjá teim útstoyttu) |
Slangur finnast ikki í Írlandi, og tað hevur fingið gitingar fram um at "Sankta Pátrikur rak slangurnar úr Írlandi", og tí er hann oftandi avmyndaður sum rekandi út slangur.