Símun Petur Zachariasen

Føroyskur lærari, blaðstjóri, sparikassastjóri og politikari

Símun Petur Zachariasen (føddur 2. november 1887 á Kirkju, deyður 15. oktober 1977) var ein føroyskur lærari, blaðstjóri og politikari (Sjálvstýrisflokkurin).

S.P. Zachariasen

Hann var sonur Malenu Frederikku Simonsen úr Hattarvík og Símun Mikkjal Zachariasen av Kirkju, og bróður Louis Zachariasen. Símun Petur Zachariasen giftist Mariu Henriksen úr Klaksvík. Álvur Zachariasen er sonur teirra. Símun Petur Zachariasen varð útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 1908, og starvaðist sum lærari í Klaksvík 19141953 og sum blaðstjóri á Norðlýsinum frá 1915. Hann var stjóri í Norðoya Sparikassa 19191976.

Hann var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 19301934. Zachariasen umboðaði Sjálvstýrisflokkin á Føroya løgtingi tíðarskeiðini 19281943 og 19461956, valdur fyri Norðoya valdømi.

Keldur rætta