Símun Mikal Zachariasen
Simon Michael Zachariasen (1853 på Fugloy, 1931), nevndur Símun Mikal Zachariasen, var ein føroyskur lærari og skald. Hann var ein eldsál í menningini av tí føroyska skftiftmálinum, og yrkti tjóðskaparsangir og sálmar. Hann lærdi seg stavsetingina hjá V.U. Hammershaimb og skrivaði fleiri greinar á føroyskum í tíðarritið Føringatíðindi, frá tí at blaðið kom út í 1890,[1] og luttók í málspurninginum og í kjakinum um háskúla.
Hann giftist Malenu Frederikku Simonsen úr Hattarvík, tey fingu børnini: Símun Petur Zachariasen, Louis Zachariasen, Sakaris Zachariasen, Amalja Hansen, Jógvan Zachariassen; Bette Poulsen, Karolina Matras, Sigrid Simonsen og Óluva Christiansen. Hann er langabbi politikaran Kristinu Háfoss. S.M. Zachariasen fór sum ungur til skips og luttók í ymiskum arbeiði á landi, men eftir ein skaða í tí eina beininum, fór hann á Føroya Læraraskúla í 1878. Zachariasen var lærari í Fugloy og Svínoy 1878–1903, frá 1903–1926 var hann lærari í Fugloy (á Kirkju).