Robert McBirnie

(Ávíst frá Robert Mc Birnie)

Robert McBirnie (føddur 1. november 1943 í Sørvági) er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari, tónasmiður, guitarleikari og undirhaldari. Hann er útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari í Vági og í Havn. Robert hevur verið sera virkin innan føroyska tónleikalívið, bæði við tónleikabólkum sum Faroe Boys og øðrum bólkum og sum einstaklingur. Robert er føddur í Sørvági og búði har tey fyrstu árini av lívi sínum, til hann og mamman fluttu suður til Vágs at búgva. Pápi hansara var bretskur hermaður í Føroyum undir seinna Heimsbardaga. Robert hevði lítið og onki samband við pápa sín í barnaárunum, hevur hann greitt frá í føroyskari sjónvarpssending um hann, tí pápin flutti aftur til Onglands, og Robert dugdi ikki enskt. Tá hann gjørdist vaksin, eydnaðist tað honum tó at fáa samband við familjuna hjá pápanum, og hevur hann møtt teimum fleiri ferðir síðan. Mamma Robert giftist seinni við einum manni, sum nevndist Edmund og búði suðuri í Vági, tey bæði fluttu so suður til Vágs at búgva, og Edmund gjørdist so fosturfaðir Robert. Robert giftist seinni Armgarð (fødd Hjelm) úr Vági og saman eiga tey trý børn: Jón, Robert og Súsanna.

Robert McBirnie í februar 2012 til steypafinaluna í hondbólti hjá kvinnum millum VB og Stjørnuna.

Tónleika- og undirhaldslívið rætta

 
Robert í Páls Høll, tá hon læt upp alment í oktober 2015.

Robert McBirnie var við til at stovna tónleikabólkin The Red Boys í 1959 í heimbygdini Vági saman við Jákupi Mortensen, Tummasi Johan Midjord, sála, og Jonhardi Vest. Robert og Jákup spældu guittar, Tummas Johan spældi uppá trummu, og Jonhard spældi uppá maracas (eitt slag av ranglum, sum teir nevndu tað tá). Teir framførdu mest í Losjuni í Vági. Seinni kom Sjúrður Strøm við í Red Boys, hann spældi á harmoniku.[1] Fá ár seinni gjørdist Robert fastur limur í vælumtókta tónleikabólkinum Faroe Boys, og har var hann til teir góvust at spæla saman. Robert var eisini við Faroe Boys í Íslandi, har teir vóru sera væl móttiknir. Í Føroyum spældu teir runt um alt landið, tó mest í Havn, har teir spældu fast tvey kvøld um vikuna, mikukvøld og leygarkvøld, í Sjónleikarahúsinum fram til 1967. Robert var forsangari í Faroe Boys, og hann skrivaði eisini nøkur av løgunum og nakrar tekstir til bólkin. Faroe Boys framførdu bæði á føroyskum og á enskum, egin løg og kend útlendsk løg. Robert hevur eisini spælt við øðrum tónleikabólkum: Islanders, "Robert, Jákup og Ólavur", Starlight, "Robert og Jógvan", Paragraf og "Robert og Vinmenn". Eitt lag hjá Robert gjørdist landaplága í 1970'unum, tað var sangurin "Harmoniku Sørin", sum Poul F. Joensen hevur yrkt, og sum Robert gjørdi lag til og sang sjálvur. Robert hevur eisini sungið og útgivið vágssangin "Vágsbygd" (Vágsbygd mín heimbygd), sum Napoleon Mortensen hevur yrkt. Umframt at vera virkin tónleikari, so er Robert eisini virkin sum undirhaldari, hann hevur m.a. sungið sangir til V4-sendingar, sum vinmaður hansara Niels Petur Nolsøe úr Vági hevur yrkt, og undirheldur av og á til veitslur. Í nøkur ár hevur Robert eisini starvast í Útvarpi Føroya (sum nú eitur Kringvarpið), har hann gjørdi sendingar til Barnaútvarpið. Hann gjørdi bæði tekst og løg til fleiri barnasangir tey árini. Robert hevur eisini gjørt lýsingar fyri Kringvarpið. Í Vági skipaði hann ofta fyri skemti og var sjálvur við til at framføra tað saman við Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe og seinni eisini við Arnfinni Thomassen. Hetta skemtið var fastur táttur í veitslum í VB-húsinum til nýggjársveitslur, veðraball og aðrar veitslur við borðhaldi. Tey seinnu mongu árini hevur Robert samstarvað nógv við Hilmar Jan Hansen um skemt og undirhald, umframt at hann hevur undirhildið nógv einsamallur við.

Útgávur rætta

Egnar útgávur rætta

Við Faroe Boys rætta

Við Kagganum rætta

Uppsamlingsfløgur rætta

  • 2003 Popp List 2, Robert syngur sangin Alternativi Kári

Er við á hesum útgávum rætta

  • 1986 Ove, kasettuband, H.C.W. Tórgarð[2]
  • 1986 Skot, Kaj Klein, kasettuband, Robert syngur Heimkoman, sum er sangur nr. 6 á síðu A[3]
  • 1987 Øssur og Gigga velja løg, frá Barnaútvarpinum hjá Útvarpi Føroya, har Robert var vertur, H.C.W. Tórgarð gav út
  • 1990 Skuggagestir / Skuggagestir - Sangleikur eftir Martin Joensen, sum kasettuband í 1990 og CD í 2009, sum Tutl gav út.[4]
  • 2000 Barnabíblia – sangir og telduspøl, CD, Robert syngur sangin Jesus føddur í Betlehem[5]
  • 2003 HB 100, Robert syngur við á sanginum Leikvøllurin, saman við fleiri øðrum
  • 2006 Kyndil 50 ár, Robert syngur saman við Kyndilsleikarum sangin Kyndil, Kyndil[6]
  • 2009 Kaggin - sangur og skemt, Robert syngur fleiri av sangunum
  • 2009 V4 40 ár - skemt og undirhald, Robert syngur sangin Suku Jáki, sum er á fjórðu fløguni[7]

Heiður rætta

Í desember 2012 fekk Robert heiðurin Ársins herðaklapp frá Miðlahúsinum, sum skipaði fyri árliga tiltakinum Planet Awards fyri at heiðra føroyskum tónleikarum og sangarum. Sagt varð m.a.:

"Robert McBirnie var maðurin, sum festi í stóra poppfjúsið í Føroyum sum oddamaður í Faroe Boys, sum vann frama bæði her og í Íslandi. Umframt at spælt tónleik, hevur vágbingurin verið virkin sum undirhaldari í nógv ár."[8]

Ítróttamaður rætta

Robert McBirnie hevur ikki bara verið tónleikari, hann var eisini virkin innan ítróttarlívið í Vági. Hann spældi fótbólt við VB (sum nú eitur FC Suðuroy) í barna- ungdóms- og vaknsmannaaldri. Hann var m.a. við til at vinna ísafjarðasúluna í 1974. Seinni var hann við til at stovnað VB Flogbólt, sum var virkið í nøkur ár. Felagið datt tó niðurfyri aftur nøkur fá ár eftir, at Robert flutti úr Vági.

Keldur rætta

  1. "Sandportal.fo, Robert Mc'Birni 50 ár á palli.". http://www.sandportal.fo/tnleikur/innanlands/robert-mcbirni-50-ar-a-palli.aspx. Heintað 2011-02-02. 
  2. Rateyourmusic.com, Ove
  3. rateyourmusic.com, Skot
  4. rateyourmusic.com, Skuggagestir
  5. rateyourmusic.com, Barnabíblia – sangir og telduspøl
  6. rateyourmusic.com, Kyndil, Kyndil
  7. rateyourmusic.com, V4 40 ár - skemt og undirhald
  8. Planet.fo Archived 2013-01-01 at the Wayback Machine Poppkongurin fekk herðaklappið

Ávísingar úteftir rætta