Levi Mørk
Levi Rikshamar Mørk (føddur 8. oktober 1968 í Vági) er føroyskur námsfrøðingur frá Slagelse Seminariet árgang 2000. Levi er kommunalpolitikari og komandi varaborgarstjóri í Vàgs kommunu, frá 01.01.2025.
Levi Mørk | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. okt 1968 í/á Vágur |
Starv | námsfrøðingur, politikari |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti |
Levi er eisini starvsnevndarlimur hjá Javnaðarflokkinum.
Hann var valdur býráðslimur í Tórshavnar býráð við býráðsvalið í november 2008 og tók sæti í býráðnum 1. januar 2009. Hann stillaði upp fyri Javnaðarflokkin. Levi var limur í sosialu nevnd, teknisku nevnd og í byggi og býarskiparnarnevndini, har hann var formaður í 1 ár.[1]
Levi Mørk, varð valdur í Vágs býráð á býráðsvalinum í nov 2016, fyri Javnaðarflokkin. Har hann var formaður fyri ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu. Levi var afturvaldur á kommunuvalinum í novembur 2020 fyri Javnaðarflokkin í Vági. Har hann m.a, er formaður fyri mentamálanevndina og formaður fyri barna og ungdómsnevndina. Umframt er hann næsformaður í nevndini fyri Ítróttarhàskúlan í Vàgi, umbođ fyri Vàgs kommunu í IRF osfr.
À kommunuvalinum 12 novembur 2024, var Levi Mørk afturvaldur fyri Javnaðarflokkin viđ 131 persónligum atkvøðum. Har hann eisini fekk flest atkvøður av øllum, sum vóru uppstillaði í Vági.[2]
Samgonga var gjørd hin 09.12.2024, í Vágs býráð millum Bjarna Johansen, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Har Levi Mørk verður virkandi varaborgarstjóri frá 1 januar 2025 til 2028.KVF
Levi er virkin politiskt serliga á menturnarøkinum í Vàgi, har m.a tiltøk sum Ljósfest eru ein fastur táttur í Vági. Somuleiðis er Levi stigtakari av " Heiðran av vágbingum " , har vágbingar verða heiðraðir fyri teirra íkast á livsleiðini fyri vágsbygd. Hendan heiðran verđur avdúka á Ljósfestini í Vági.
Levi er virkin innan barna og ungdómsøki og er drivmegin aftanfyri at fáa gamla fiskaplàssið á Løðhamar fram aftur. Somuleiđis virkin fyri, at audiatorium verð gjørt í Vágs skúla, har hann eisini situr í bygginevndini.
Sum heilt ungur stovnađi Levi (í 1989), saman við øðrum áhugafelagiđ Skarvsgjógv, Sum hevði til endamál at skipað fyri ymiskum tiltøkum í Vági, har allur ágóðin fór til VB ( Vágs Bóltfelag ). M.a spældi kenda danska tónleikanavnið TV2 í VB húsinum, umframt vóru stórar konsertir við m.a Faroe Boys, Frændir og Hjarnar í Vágshøll. Levi var eisini nevnarlimur hjà VB sama tíðarskeið, hann var virkandi formaður í húsanevndini ( VB húsið ) og næstformaður hjá VB.
Levi er útbúgvin námsfrøðingur, HH og hevur leiðaraútbúgving. Hann búði í Danmark frá 1996 - 2006 og var m.a í starv hjá Danska Reyða Krossi.
Heimafturkomin var hann leiðari fyri frítíðarskúlanum í Hoyvík í fleiri ár. Somuleiðis var hann politiska drívmegin aftanfyri ungdómshúsið Klubb 188 í Hoyvík. Levi býr í dag í Vági og hann hevur starvast innan barna og ungdómsøki í Vági. Seinastu árini hevur hann starvast hjá Barnaverndarstovur Føroya í Tórshavn.
Keldur
rætta- ↑ Torshavn.fo
- ↑ "Valúrslit 2024". KvF. 2024-11-12.
<ref>
tag with name "torshavn1909" defined in <references>
is not used in prior text.Slóðir
rætta- Vágs kommuna