Fiskaplássið á Løghamri

Fiskaplássið á Løghamri er eitt fyrrverandi fiskapláss og núverandi mentanarpláss í Vági.

Søgan

rætta

Tað var í 1884, at Hans Jacob Hjelm fekk handilsloyvi og bygdi sethús við krambúð á Løðhamri. Hann er helst farin at handla stutt eftir tað. Í 1890unum keypti hann ein sildabát, ið nevndist Janet Leask, og tríggjar sluppir: Robert Miller, Stanley og Snowdrop. Hans Jacob Hjelm doyði í 1903, bert 54 ára gamal, og ognirnar vórðu seldar. Sonurin Jaspur Hjelm saman við Dánjal Thomsen keypti handilshúsini og sluppina Robert Miller, sum fórst í 1914.

Í farnu øld var framleiðsla av klippfiski høvuðsvinnan í Føroyum, og í Vági var Løðhamar ein av størstu og virknastu fyritøkunum. Fiskurin varð lagdur á steinar, og síðan turkaði sólin og lotið fiskin. Hesum arbeiði stóðu kvinnurnar fyri. Tær vaskaðu fiskin, breiddu hann út, og tá kvøldið nærkaðist, bóru tær fiskin saman í stakkar. Arbeiðið á Løðhamri fekk kvinnur úr øllum Føroyum at koma til Vágs at arbeiða í fiski. Fiskurin, ið einamest var toskur, bleiv útfluttur til Spania, Portugal, Italia, Grikkaland og Brasil.

Sum tíðin leið, og nýggir hættir at turka fisk komu, bleiv turkaríið á Løðhamri bygt í 1927, sum tað fyrsta í Føroyum. Tvey ár eftir kom tráðbanin á Vágseiði, sum gav fiskimonnum atgongd til góð fiskimið fyri vestan. Turkaríið og tráðbanin fingu streym frá elverkinum í Botni, sum var tað fyrsta vatnrikna elverkið í Føroyum. Hesin arbeiðsháttur gav støðugari ráðvøru og virksemi á Løðhamri, sum eisini keypti fisk frá øðrum reiðarum.

Tá ið kríggið brast á í 1939 broyttist alt. Eingin klippfiskur varð turkaður tá. Nógvur útróður var báði av Vágseiði og Vágsfjørði, hesin fiskur varð ísaður í sluppirnar at selja í Bretlandi. Men henda vandamikla sigling við ísfiski hevði sín prís. Løðhamarssluppirnar Aldan og Milly fórust við allari manningini, meðan Polarbjørn fórst, men manningin varð bjargað. Aldan var fyrsta sluppin, sum fórst av krígsatgerðum, hon fór av Vági 25. juli 1940 á veg til Aberdeen við bátafiski og hvarv við 6 monnum.

Í 1959 var endin á tí stóra handils- og reiðaravirkinum á Løðhamri. Og í dag er hetta ein farin tíð, men leivdirnar av mongu fiskaplássunum síggjast enn í nógvum bygdum í Føroyum.

Fiskaplássið komið undan aftur

rætta

Í mars 2021 byrjaðu arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu at reinsa fiskaplássið á Løðhamri. Arbeiðið er liður í størri verkætlan hjá Vágs kommunu og býráðnum um, at fríðka um og gera eitt alment mentanarpláss á Løðhamri í Vági. Arbeiði heldur fram í 2025. Ætlanin er at skapa eitt nýtt andlit móti sjónum. Her samlast m.a fólk til Jóansøku at hyggja at kappróðri.[1]

Keldur

rætta
  1. Ætlanin við Løðhamar gerst veruleiki, portal.fo, 2022-05-26