Rick Perry
James Richard "Rick" Perry (føddur 4. mars 1950 í Paint Creek, Texas) er amerikanskur politikari, sum hevur verið guvernørur í Texas í tíðarskeiðinum frá 2000 til 2015.
Rick Perry | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 4. mar 1950 í/á Haskell |
Alma mater | Texas A&M University |
Starv | heryvirmaður, politikari, bóndi |
Politiskur flokkur | Republikanski Flokkurin, Demokratiski Flokkurin |
Trúgv | Kristindómur, Evangelicalism |
Foreldur | faðir Joseph Ray Perry |
Mál | Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://rickperry.org |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000119444419 |
VIAF | 22091258 |
LCAuth | nr2004009616 |
IMDB | nm1752773 |
Commons | Rick Perry |
Rick Perry tók við sum guvernørur í Texas eftir George W. Bush [1]. Hann segði í august 2011, at hann eisini umhugsar at leggja seg út í kappingina um, hvør skal bjóða Barack Obama (D) av í 2012 [2]. Í talu síni segði Rick Perry millum annað, at skal skil aftur fáast á búskapin í landinum, skal arbeiðsloysið minkað og skal álit aftur fáast á USA, so er neyðugt at fara til Washington DC við einum uppsagnarskrivi. Rick Perry vísti á, at seinasta árið eru 40 % av øllum nýggjum arbeiðsplássum í USA vorðin til í Texas; hóast Texas bert hevur 10 % av samlaða fólkatalinum í USA. Um Rick Perry verður amerikanskur forseti, verður eitt tað fyrsta, hann fer at gera, at fáa sonevnda heilsupakkan hjá Barack Obama burtur. Hann fer eisini at vera nógv strangari við markinum millum Meksiko og USA. Rick Perry er útbúgvin í amerikanska flogvápninum [3]. Hann er giftur og hevur tvey børn, ein drong og eina gentu.