Restorffs Bryggjarí
Restorffs Bryggjarí varð stovnað av Martin Christian Restorff í seinnu helvt av 19. øld í Tórshavn.
Øll bjórmerkini hjá bryggjarínum høvdu ártalið 1849. Hetta vísur tó ikki til stovningarár Restorffs, tí framleiðsla av alkohol var bannað í Føroyum til 1856. Martin Christian byrjaði sum bakaralærlingur hjá Kongaliga Einahandlinum í 1849.
Restorffs Bryggjarí var í ogn hjá Restorff familjuni til 2002, tá tveir handilsmenn úr Havn keyptu partabrøvini. Teir settu bryggjaríið til sølu í januar 2007. Tá eingin keypari vísti áhuga, varð bryggjaríið afturlatið í august 2007. Tað var eitt av av teimum elstu bryggjaríninum í Norðurlondum.
ØlRætta
- Restorffs Gull 5,7% alc. vol.
- Vargur (2002) 5,7% alc. vol.
- Tarvur Nýpilsnar (2002) 4,6% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Silvur.
- Restorffs Pilsnar (2002) 4,6% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Silvur.
- Mungát (2002): Mungát er tikið úr Seyðabrævinum og er 800 ára gamla føroyska heitið fyri tað ølið sum varð bryggjað á øllum føroyskum bóndagørðum. Mungát merkir ein positiv gáva til sinnið.
- Jóla Gull 5,7% alc. vol.
- Jólatrøllið (2002) 5,7% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Jóla Gull.
- Jóla Øl: Myrk og søtt øl við lágum alkoholi.
- Ólavsøku Gull 5,7% alc. vol.
- Silvur, 4,6% alc. vol.: Lætt pilsnar øl.
- Skarv, 5,7% alc. vol.: Hálv myrkt gull øl.
- Skansa Øl, 4,6% alc. vol: Hálv myrkt pilsnar øl.
- Páska Bryggj 5.7% alc. vol.
- Víkingur: ljóst pilsnar.
SodavatnRætta
- ASSU
- SISU
- Club Soda
- Apollo HAWAII Dream
- Hindber
- Kola
- Peru
- Sport Vatn
- Apollinaris
- Jolly Cola