Rólant Højsted (føddur 12. juni 1958) úr Funningi er ein føroyskur skipsførari og havnastjóri. Rólant fór til skips 14 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur siglt í mong ár sum skipari í føroyska og danska handilsflotanum. Hansara dagliga yrki í dag er í Fuglafirði har hann er havnastjóri.[1]

Familja rætta

Hann er sonur Elin og Fredrik Højsted úr Funningi. Hann er giftur Katrin, fødd Ejdesgaard, av Eiði, tey eiga 4 børn: Fríðrikur, Óli, Birna og Elin Nevnast kann at Jóhannes tann vísi var tipoldurabbi hansara.

Keldur rætta

  1. "portoffuglafjordur.com". http://www.portoffuglafjordur.com/index.asp?pID=%7BDF6C308F-6212-469F-B682-5A2D1F56C43B%7D. Heintað 2014-05-09.