Pirates of the Caribbean: At World's End
Land | USA |
Mál | Enskt |
Filmsslag | Ævintýrfilmur |
Leikstjórn | Gore Verbinski |
Framleiðari | Jerry Bruckheimer |
Leikrit | Ted Elliott Terry Rossio |
Tónleikur | Hans Zimmer |
Fíggjarætlan | $ 300 mill. |
Spælitíð | 167 minuttir |
Útgávudato | 24. mai 2007 |
Pirates of the Caribbean: At World's End er ein amerikanskur filmur frá 2007. Vit fylgja Will Turner (Orlando Bloom), Elisabeth Swann (Keira Knightley), Barbossa (Geoffrey Rush) og Tia Dalmu (Naomie Harris) á einari ferð til heimsins enda og víðari fyri at bjarga Jack Sparrow (Johnny Depp) frá ríkinum hjá teimum deyðu, og síðani við tað endaliga slagið um sítt pláss í verðini. Filmurin varir í heilar 2 tímar og 48 minuttir.
Søgugongd
rættaTað er ein ógvuliga døpur tíð fyri sjónrænaralívið í heiminum, nú tá Lord Cutler Beckett (Tom Hollander) hevur yvirtikið spøkilsisskipið "The Flying Dutchman", eins og hann hevur fingið takið á skiparanum Davy Jones (Bill Nighy). Hann hevur nevniliga hjartað hjá Davy Jones í einari eskju. Við hesum skipi, ið ikki kann vinnast á, herja teir tey sjey høvini, og roynir Beckett at náa máli sínum, ið er at oyða alt sjórænaralív í heiminum.
Elizabeth Swann (Keira Knightley), Will Turner (Orlando Bloom) og Barbossa (Geoffrey Rush) gera so eina ætlan um at samla saman "The Nine Lords of the Brethren Court", so hesi saman kunnu sigra á Beckett og hansara skipi. Av teimum níggju er Jack Sparrow (Johnny Depp) ein. Men hann er fangaður í "Davy Jones' Locker" eftir møtið við "The Kraken" í seinna filminum "Pirates of the Caribbean: Dead Man's Chest". Tí fara Swann, Turner og Barbossa í felag við kinesiska sjórænaranum Sao Feng úr Singapor út á heimsins enda fyri at bjarga Jack Sparrow. Men sjálvt um tey fáa samlað øll níggju saman, verður hetta møguliga ikki nóg mikið til at vinna á Beckett. Tí verða tey noydd at fría gudinnuna Kalypso, ið er fangað í menniskjaligum hami, og harvið eisini sannføra hana um at koma teimum til hjálpar. Men sum svik omaná svik verður framt, vísir tað seg, at øll hava hvør sítt mál, og at eingin er til at líta á.