Hans Florian Zimmer (føddur 12. september 1957 í Frankfurt, Týskland) er ein týskur tónasmiður, sum er mest kendur fyri sín filmstónleik. Hann er stjóri á fyritøkuni Remote Control Productions. Í fyrstuni spældi hann keybord og synthesizer og var við í orkestrum sum Ultravox og Buggles. Í 1980-unum fór hann í gongd við at komponera soundtrack til filmar og fekk sítt avgerðandi gjøgnumbrot við tónleikinum til filmin Rain Man (1988), sum hann fekk sína fyrstu Oscar tilnevning fyri. Síðan hevur hann vunnið ein Oscar fyri besta tónleik fyri tónleikin til Disney teknifilmin The Lion King (1994) og hevur fingið fleiri Oscar tilnevningar síðan. Hann hevur eisini vunnið eina røð av øðrum týðandi virðislønum.

Hans Zimmer

Filmsløg (í úrvali) rætta

Nøkur filmsheiti eru á donskum og onnur á enskum í listanum niðanfyri.

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið