Wilhelmus Simon Petrus Fortuijn, kendur sum Pim Fortuyn (føddur 19. februar 1948 í Driehuis, deyður 6. mai 2002 í Amsterdam) var ein niðurlendskur politikari og rithøvundur. Hann var útbúgvin sosiologur og var lektari/professari við Universitetið í Groningen. Hann stovnaði politiska flokkin Lijst Pim Fortuyn. Fortuyn var opin um, at hann var samkyndur. Hann hevði ofta meiningar um útlendingar, um islam í Niðurlondum og segði m.a. at um tað stóð til hann, so hevði hann stongt mørkini til Niðurlond fyri muslimum. Onnur søgdu hann vera uttast til høgru, men tað meinti hann ikki sjálvur, og hann tók eisini frástøðu frá politikarum, ið vóru kendir fyri at hoyra til uttast á høgravonginum sum til dømis tann belgiska Filip Dewinter, eysturríkska Jörg Haider ella franska Jean-Marie Le Pen, tá ið hann var samanborin við hesar. Hann segði seg hoyra til eitt sindur til høgru fyri miðjuna í niðurlendskum politikki. Honum dámdi væl politikarar sum Silvio Berlusconi úr Italia og sá eisini upp til John F. Kennedy, sum var demokratiskur forseti í USA frá 1961 til 1963.

Pim Fortuyn

Fortuyn varð myrður undir valstríðnum í 2002 av djóraverndaraktivistinum Volkert van der Graaf, sum undir rættarmálinum viðurkendi, at hann drap Fortuyn fyri at støðga honum í at gera muslimar til "syndabukkar".[1]

Keldur

rætta
  1. "Volkskrant newspaper interview (summary)". http://www.volkskrant.nl/nieuws/denhaag/1013147690985.html. Heintað 2002-02-12. 


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið