Petersen

Wikimedia-síða við fleiri titlum

Petersen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 6. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir Sonur Peter. Føroyska mannfólkanavnið er Pætur ella Petur, men av tí at donsk navnalóggáva var galdandi í Føroyum, so er eftirnavnið tað danska Petersen. Um føroysk navnalóggáva var galdandi fyrr, so hevði eftirnavnið Petersen verið Pætursson, Petursson ella Patursson. Fleiri fólk, ið eru ættað úr Kirkjubø, eita ella itu Patursson til eftirnavn, nevnast kunnu t.d. Jóannes Patursson (1866-1946), Súsanna Helena Patursson (1864-1916) og Rói Patursson (føddur 1947). Í 2012 vóru tað 1 278 føroyingar í Føroyum, ið høvdu eftirnavnið Petersen, og 98, ið høvdu eftirnavnið Patursson. Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður var Marita Petersen. Fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var Lisbeth L. Petersen.

Kend fólk sum eita Petersen:

rætta

Føroyingar

rætta

Norðmenn

rætta

Amerikanarar

rætta