Pauli Trond Petersen
Pauli Trond Petersen (føddur 4. februar 1974 í Tórshavn) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari fyri Tjóðveldi, fyrr var hann limur í Fólkaflokkinum.
Pauli Trond Petersen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 4. feb 1974 í/á Tórshavn |
Starv | politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi, Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti |
Bakgrund
rættaHann er útbúgvin marknaðarøkonom, hevur bankaútbúgving og er útbúgvin vinnuráðgevi. Hann arbeiddi sum skrivstovufulltrúði á Toll-og Skattstovu Føroya frá 2001-2003 . Síðan var hann stjóri á Dalásmolt 2003-2004 og síðan starvaðist hann sum vinnnuráðgevi í Eik Banka 2004-2008. Eftir tað var hann í starvi sum fíggjarstjóri á Vest Pack 2008-2010. Hann hevur undirvíst í alibúskapi á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna frá 2006-2009. Síðan 2010 hevur hann starvast sum sølu- og marknaðarleiðari í Føroya Lívtrygging (LÍV).[1] Pauli er giftur við Barbaru Brattaberg úr Vági. Tey eiga tríggjar synir, tann elsti, Torstein Brattaberg, er kendur innan rógving.
Politisk lívsleið
rættaHann hevur verið býráðslimur í Vestmanna síðan 1. januar 2005 og borgarstjóri síðan 1. januar 2013. Hann var formaður í havnanevndini og mentanarnevndini 2005–2008 og í teknisku nevnd frá 2009–2012. Í 2011 møtti hann nakrar ferðir sum varamaður á Føroya Løgtingi fyri Fólkaflokkin.[2] Eftir at borgarliga stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen kom til valdið í 2011 og hevði stýrt eina tíð, valdi Torstein at fara út flokkinum. Í 2015 stillaði hann upp til bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.[3] Hann varð ikki valdur á ting, men eftir at flokkur hansara kom í landsstýri, tók hann sæti á tingi fyri Kristinu Háfoss.
Keldur
rætta- ↑ "Bloggurin hjá Paula T. Petersen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-05-16. https://web.archive.org/web/20140516201125/http://paulipetersen.blogspot.no/. Heintað 2015-09-22.
- ↑ "Løgtingsvalið 29. oktober 2011. Samanteljing" (in færøsk). Løgtingið. 2011. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-06. https://web.archive.org/web/20141006095711/http://logting.elektron.fo/Ymiskt/logtingsval/Logtingsval%20okt.%202011%20endaligt.pdf. Heintað 2015-09-22.
- ↑ Mørk, Jákup (13. marts 2015). "Pauli T. Petersen á tjóðveldislistan" (in færøsk). in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-15. https://web.archive.org/web/20150615090720/http://www.in.fo/news-detail/news/pauli-t-petersen-a-tjodveldislistan/. Heintað 2015-09-22.