Panathinaikos FC
(Ávíst frá Panathinaikos F.C.)
Panathinaikos FC (grikskt: Παναθηναϊκός) er eitt grikst fótbóltsfelag úr Athen. Besta mansliðið spælir í griksku superliguni og er næstmest vinnandi felagið í superliguni við 20 meistaraheitum, næst eftir Olympiakos FC, sum hevur vunnið meistaraheitið 40 ferðir. Fótbóltsleikarin Giorgos Karagounis, ið hevur spælt 139 landsdystir fyri Grikkaland skorað 10 landsliðsmál, spældi við Panaitaikos í sínum ungdómsárum til 2003 og aftur frá 2007 til 2012.
Heiður
rættaSteyp | Tal | Ár |
---|---|---|
Grikskur meistari | 20 | 1930, 1949, 1953, 1960, 1961, 1962, 1964, 1965, 1969, 1970, 1972, 1977, 1984, 1986, 1990, 1991, 1995, 1996, 2004, 2010 |
Grikskur steypavinnari | 18 | 1940, 1948, 1955, 1967, 1969, 1977, 1982, 1984, 1986, 1988, 1989, 1991, 1993, 1994, 1995, 2004, 2010, 2014 |
Grikska supercup vinnari | 3 | 1988, 1993, 1994 |
Balkan cup vinnari | 1 | 1978 |