Obi Ikechukwu Charles
Obi Ikechukwu Charles (føddur 2. januar 1985) er fótbóltsleikari úr Nigeria, áleypsleikari. Í 2010 spælir hann við besta liðnum hjá FC Suðuroy, sum spælir í Vodafonedeildini. Til nú (26. juni 2010) hevur hann skorað 5 mál fyri FC Suðuroy.
Fótbólts lívsleiðin
rættaObi Charles hevur spælt fótbólt í fleiri ymiskum londum síðan 2006:
- 2010 - FC Suðuroy í Føroyum
- 2009/10 - Flamutari úr Albania
- 2008/09 - DOXA úr Kypros
- 2007/08 - Boavista úr Portugal
- 2007 - PK-35 úr Finlandi
- 2006 - PK-35 úr Finlandi [1]
Topp skorari
rættaObi Charles hevur líka síðan fyrsta dystin, sum hann spældi fyri FC Suðuroy verið ein av topp mál skjúttunum saman við Jón Krosslá Poulsen. Báðir hava teir skorað hvør síni 5 mál, nú komið er í helvt av landskappingini í Vodafonedeildini (26. juni 2010). Obi hevur skorað eitt mál móti HB 1. apríl 2010, 2 mál móti B68 (18. apríl og 20. juni 2010) og eitt mál móti B71 26. juni 2010.[2]
Keldur
rætta- Zerozerofootball.com, Obi Charles.
- Sudurras1.com[deyð leinkja], Dysturin HB-FC Suðuroy endaði við javnleiki 4-4.
- Portal.fo, FC Suðuroy sigraði á B68.
- Sportal.fo, NSÍ er nýtt oddalið.
- Faroesoccer.com
Útvortis ávísingar
rætta- FCSuduroy.com Archived 2010-06-14 at the Wayback Machine.