Northwest Territories

Northwest Territories (stytt: NWT) er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í útnyrðingsparti og norðara parti av Kanada. Í 2016 búðu her 41.786 fólk.[1] Høvuðsstaður og størsti býur er Yellowknife.

Landafrøði

rætta

Í suðri hevur Northwest Territories mark við British Columbia, Saskatchewan og Alberta, í vestri við Yukon og í eystri við Nunavut. Víddin av meginøkinum er 1.346.106 ferkilometrar (1.183.085 ferkilometrar landøki og 163.021 ferkilometrar vøtn).[2]

Meginøkið varð sett á stovn í 1870, tá kanadiska stjórnin keypti Rupert's Land.[3] Í 1999 gjørdist eystari partur av NWT sjálvstøðugt meginøki undir heitinum Nunavut.

Málini

rætta

Síðan 1990 hevur meginøkið NWT 11 almenn mál:

  • 3 Inuit-mál (Inuinnaqtun, Inuvialuktun og Inuktitut)
  • 5 Dene-mál/atapaskisk mál (Chipewyan, Gwich’in, North Slavey, South Slavey og Tłı̨chǫ)
  • 1 algonkinskt mál (Cree/Nēhiyawēwin)
  • og tey bæði almennu málini í Kanada, enskt og franskt.[4][5][6]

Í 2016 høvdu næstan 77 prosent av fólkinum í NWT enskt sum móðurmál, gott 11 prosent eitt mál av upprunafólkunum, gott 7 prosent eitt ikki-alment mál og næstan 3 prosent franskt.[7][8]

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta

  1. provinces and territories, Population and Dwelling Count Highlight Tables, 2016 Census, statcan.gc.ca
  2. Land and freshwater area, by province and territory , statcan.gc.ca (savn)
  3. Northwest Territories and Confederation, thecanadianencyclopedia.ca
  4. Official Languages of the Northwest Territories Archived 2021-10-19 at the Wayback Machine, pwnhc.ca
  5. "Official Languages Education, Culture and Employment". 2014-07-25. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-25. http://archive.today/leGhL. 
  6. Languages Overview, ece.gov.nt.ca
  7. Population by mother tongue Archived 2019-07-10 at the Wayback Machine, clo-ocol.gc.ca
  8. Northwest Territories and census divisions, 2016 Census - Mother tongue by age