Yellowknife
Yellowknife (Dogrib/Tłı̨chǫ Yatıì: Sǫ̀mbak'è) er ein kanadiskur býur, sum liggur í meginøkinum Northwest Territories. Yellowknife er høvuðsstaður og størsti býur í Northwest Territories. Í 2016 búðu 18.884 fólk í høvuðsstaðnum.[1]
Landafrøði Edit
Býurin liggur í sunnara parti í NWT, á norðursíðuni av vatni Great Slave Lake, sum er næststørsta vatnið í meginøkinum, næst eftir Great Bear Lake.
Søga Edit
Yellowknife varð grundlagdur í 1935, tá ið gull varð funnið í økinum. Býurin vaks skjótt og gjørdist høvuðsstaður í NWT í 1967.
Myndir Edit
-
Norðlýsi nærhendis Yellowknife
-
Miðbýurin.
-
Franklin Avenue í miðbýnum.
-
Mentanardepilin "Prince of Wales Northern Heritage Centre"
Ávísingar úteftir Edit
- Heimasíða, yellowknife.ca
- Yellowknife, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 62°26′32″N 114°23′51″W / 62.44222°N 114.39750°W