Nevfatti
Nevfatti (frøðiheiti - Recurvirostra avosetta) er ein stórur svartur og hvítur vaðfuglur í avocet og stilt familjuni, Recurvirostridae. Hann er 43 cm langur frá nevi til vel. Nevið boðar uppeftir og við tí leitar hann eftir føði í sjóvarmálanum, tað kann t.d. vera krabbadjór, fiskaegg, maðkar og algur. Fuglurin ynglar í Evropa og vestur og mið Asia. Hann er flytifuglur og býr tað mesta av vetrinum í Afrika og suður Asia. Nakrir fuglar flyta tó ikki um veturin og verða verandi í eitt nú suður Onglandi og suður Spania. Nevfatti er rættiliga vanligur at síggja um heystarnar við vaðahavið við vesturstrondina í Danmark. Mótsatt fleiri øðrum sløgum av vaðafugli, so sær man ofta henda fuglin svimja á sjónum, hann hevur nevniliga svimjihúð á klørnum.
Nevfatti | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Sí eisini
rætta