Mykonos (Grikskt mál: Μύκονος / Mykonos) er ein oyggj í Grikkalandi. Mykonos liggur í oyggjabólkinum Kykladurnar (Κυκλάδες / Kyklades) millum oyggjarnar Tinos, Syros, Paros og Naxos. Í 2001 búðu 9,320 á oynni. Um summarið fleirfaldast talið av íbúgvum tó, tá nógv fólk koma frá fastlandinum og frá øðrum londum at arbeiða har hjá ymiskum ferðavinnuveitarum. Oyggin hevur eina vídd á 85,5 km2 og er 341 metrar høg á hægsta punkti. Um vit samanbera við eina føroyska oyggj á nøkulunda somu stødd, so er Borðoy 95 km2 og hægsta fjallið á Borðoy er 772 metrar høgt. Mykonos er ein ferðavinnuoyggj.[1][2][3][4] Har koma umleið 750.000 ferðafólk hvørt summar. Har eru góðar stendur og í Mykonos býi eru nógvar barrir, matstovur, kaffistovur og handlar. Niðri í havnini eru kaffistovur. Nógv ferðamannaskip koma til Mykonos, tey leggja sum oftast ikki at sjálvari oynni, men liggja ankraði upp uttanfyri sjálva havnina. Grikkar sjálvir ferðast eisini til oynna, serliga fólk úr høvuðsstaðnum. Hildið verður, at náttarlívið og stendurnar á Mykonos eru millum tær kendastu í Evropa.[5][6][7][8]

Vindmyllurnar á Mykonos, sæð frá Lítla Venesia, sum er ein býarpartur í høvuðsstaðnum á oynni.
Ein gøta í Hora (Mykonos býi).
Leyvuterassan á Delos. Apollon og Artemis sigast at vera fødd á Delos. Øll oyggin er á listanum yvir mentanararv hjá UNESCO.

Bygdir og hólmar

rætta

Yvirlit yvir bygdir á Mykonos, fyrst skriva við latínska alfabetinum og síðan á grikskum, fólkatalið stendur eftir bygdanavnið. Longst niðri eru hólmar, sum hoyra til Mykonos, harímillum er lítla oyggin Delos (Δήλος), har 14 fólk búgva. Á Delos eru sera nógv fornminni at finna.

  • Mykonos ella Chora 6.467 fólk
  • Ano Mera - Άνω Μερά 1335 (liggur mitt inni í oynni, var høvuðsbýur fyrr)
  • Agios Ioannis - Άγιος Ιωάννης 265
  • Agios Stefanos - Άγιος Στέφανος 205
  • Ftelia
  • Kalafati - Καλαφάτη 56
  • Ornos - Ορνός 237
  • Platys Gialos - Πλατύς Γιαλός 204
  • Psarrou - Ψαρρού 107
  • Tourlos - Τούρλος 115
  • Kluvas - Κλουβάς 180
  • Plintri - Πλιντρί 29
  • Faros Armenistis - Φάρος Αρμενιστής 106
  • Kalafati - η Καλαφάτη 56
  • Delos (Dilos) - η Δήλος (hólmur / νησίδα) 14
  • Ktapodia - τα Κταπόδια (hólmur) 0
  • Tragonisi - το Τραγονήσι (hólmur) 0
  • Rinia - η Ρήνεια (hólmur) 0
  • Sfontili - το Σφοντήλι (hólmur) 0
  • Krommydi - το Κρομμύδι (hólmur) 0
  • Marmaronisi - το Μαρμαρονήσι (hólmur) 0
  • Baos - ο Μπάος (á hólminum Agiou Georgiou / Αγίου Γεωργίου) 0
  • Kavouras - ο Κάβουρας (hólmur) 0

Pelekanurin Petros

rætta
 
Hora, høvuðsbýurin á Mykonos
 
Pelikanurin Petros er maskottur hjá Mykonos

Petros var ein pelikanur, sum búði á oynni Mykonos frá 1958 til hann doyði í ferðsluvannlukku í 1985, tá hann varð yvirkoyrdur av einum bili. Petros kom til oynna, tá ein fiskimaður frá Mykonos fann tann særda pelikanin, tók hann við til oynna og røktaði hann til hann kom fyri seg aftur. Pelikanurin bleiv verandi á oynni líka til hann doyði 27 ár seinni. Hann gjørdist maskotturin hjá Mykonos. Fólk vóru sera hørm um at Petros bleiv yvirkoyrdur, men eftir at hann doyði hevur oyggin fingið ein nýggjan pelikan, sum fekk navið Irini. Tað var Jackie Kennedy-Onassis, sum gav oynni henda pelikanin. Ein djóragarður í Týsklandi hevur eisini givið Mykonos ein pelikan, hesin er uppkallaður eftir tí gamla Petros og eitur eisini Petros. Fyri nøkrum árum síðani hendi tað aftur, at ein fiskimaður fann ein særdan pelikan við strondina á oynni. Hesin bleiv eisini væl passaður og kom fyri seg aftur. Hann fekk síðan navnið Nikolas.[9]

Keldur

rætta
  1. Tom Masters, Europe on a shoestring, 2008
  2. Duncan Garwood, Mediterranean Europe, 2009
  3. Lloyd E. Hudman, Richard H. Jackson, Geography of travel and tourism, 2003
  4. Harry Coccossis, Alexandra Mexa, The challenge of tourism carrying capacity assessment: theory and practice, 2004
  5. Tom Masters, Europe on a shoestring, 2008
  6. Duncan Garwood, Mediterranean Europe, 2009
  7. Lloyd E. Hudman, Richard H. Jackson, Geography of travel and tourism, 2003
  8. Harry Coccossis, Alexandra Mexa, The challenge of tourism carrying capacity assessment: theory and practice, 2004
  9. "Greeka.com, Mykonos Petros the Pelican". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-24. https://web.archive.org/web/20110724064640/http://www.greeka.com/cyclades/mykonos/mykonos-villages/mykonos-town/petros-pelican.htm. Heintað 2012-08-11. 

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið