Naksos
Naksos (Grikskt mál: Νάξος) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin er tann størsta í oyggjabólkinum Kykladunum við 429 km2 í Egearahavinum. Har eru tvær kommunur á Naksos Naksos og Drymalia. Tann størsti býurin og høvuðsstaðurin á oynni er Chora ella Naxos býur, við 6.533 íbúgvum (2001). Tær størru bygdirnar eru: Filoti, Apiranthos, Vivlos, Agios Arsenios, Koronos og Glinado. Naksos er ein vælumtókt ferðavinnu oyggj við lætt atkomuligum støðum við foraldarminnum. Har eru góðar strendur, tær flestu eru tætt við høvuðsbýin, nevnast kunnu Agia Anna, Agios Prokopios, Alikos, Kastraki, Mikri Vigla, Plaka og Agios Georgios. Naksos er tann mest fruktagóða oyggin av Kykladuoyggjunum. Har er nokk av vatnið, eisini tá tað er vatnmangul á grannaoyggjunum. Zeus Fjallið (1003 metrar) er tað hægsta í Kykladunum, tað sær út til at tað ger at tað regnar meira á Naksos enn á hinum oyggjunum. Hetta merkir, at landbúnaður er ein týdningamikil vinna á Naksos, avgrøðirnar eru ymisk sløg av frukt og grønmeti, og neytahald er eisini á oynni. Naksos er tann av Kykladuoyggjunum, sum klárar best at framleiða til egið brúk. Naksos er kent fyri síni eplir í restini av Grikkalandi.
Keldur
rætta