Miðvágs Róðrarfelag
Miðvágs Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Miðvági. Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað á vári 1956.[1] Felagið er virkið og eigur fleiri kappróðrarbátar, sum luttaka í FM kappróðri hvørt summar. Felagið hevur egið neyst, sum varð tikið í brúk í 2007. Niclas í Koltri smíðaði fyrsta kappróðarbátin hjá felagnum, tað var áttamannafarið Miðvingur, sum Niclas smíðaði í 1957. Sámal Hansen úr Runavík hevur smíðað teir nýggjastu bátarnir hjá Miðvágs Róðrarfelag. Bátarnir eru hvítir, hava bláar stokkar og reyða rond.
Føroyameistaraheiti
rætta- 2010 - Beinta varð føroyameistari, 5-mannafør gentur
- 2006 Riddarin føroyameistari, 6-mannafør kvinnur
- 2006 Frúgvin føroyameistari, 5-mannafør gentur
- 2000 Frúgvin føroyameistari, 5-mannafør kvinnur
- 1993 Miðvingur føroyameistari, 8-mannafør
- 1988 Miðvingur føroyameistari, 8-mannafør [2]
Bátar
rætta- Miðvingur 1957 Niclas í Koltri
- Beinta 1958 Niclas í Koltri
- Beinta 1983 Ian Joensen, Miðvágur
- Miðvingur 1984 Niclas í Koltri
- Riddarin/Rókur/Dellan 1987 Hans K. Hansen (Stoffa)
- Frúgvin 2000 Sámal Hansen, Runavík, 5-mannafar
- Riddarin 2001 Sámal Hansen, Runavík, 6-mannafar
- Beinta 2010 Sámal Hansen, Runavík, 5-mannafar
- Miðvingur 2011 Sámal Hansen, Runavík, 8-mannafar
Myndir
rætta-
Kappróður á Jóansøku 2010, 8-mannafør, Fríggjarin gjørdist nummar fýra.
-
Barnaróður dreingir á Sundalagsstevnu 2012, Frúgvin er nærmasti báturin.
Keldur
rættaSlóðir
rætta- MR.fo Archived 2015-04-03 at the Wayback Machine