Sámal Hansen
Sámal Hansen (føddur 1968) úr Runavík[1] er føroyskur bátasmiður. Hann er hin virknasti bátabyggarin í Føroyum í løtuni (2011), hann hevur smíðað fleiri av kappróðrarbátunum, sum rógva kapp á stevnunum sum eru kring oyggjarnar um summarið. Sámal smíðaði fyrsta bátin í 1996, tá hann smíðaði 10-mannafarið Kjølur. Henda bátin smíðaði hann av áhuga. Síðan hevur hann smíðað tí kappróðrarfeløg og onnur hava bílagt bátar frá honum. Áhugin frá at smíða bátar starvar frá tíðini, tá Sámal sum heilt ungur vitjaði bátabyggjaran Andreas Hammer. Sámal er útbúgvin maskinsmiður og starvaðist í fleiri ár hjá Mekanis í Runavík. Síðan 2000 hevur hann starvast sum bátabyggjari burturav. Í 2007 smíðaði hann eitt 6-mannafar til Íslands, og eitt afturat var umbiðið til Íslands, og harafturat hevði hann 14 kappróðrarbátar á bíðilista.[2]
Bátar
rættaNiðanfyri sæst yvirlit yvir bátar, ið Sámal Hansen hevur smíðað:
5-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
rætta- Báran
- Blikur
- Drekin
- Firvaldur
- Fípan Fagra
- Frúgvin
- Junkarin
- Karin
- Kollur
- Royndin Fríða
- Nísan
- Sílið
- Spógvin
- Tekla
- Ternan
- Tjaldrið
- Ørnin
- Silja
- Fenja
- Erla Kongsdóttur
- Títlingur
- Sævarmoy
6-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
rætta- Gongurálvur
- Hósvíkingur
- Ísland nr. 1
- ísland nr. 2
- Jarnbardur
- Lómur
- Páll Fangi
- Riddarin
- Smyril
- Strálan
- Sundabáturin
- Sølmundur
- Víkingur
- Rádna
8-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
rætta- Miðvingur
- Argjabáturin
- Knørrur
- Kvívíkingur
- Nevið Reyða
- Ørvur
- Gullbrandur
10-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
rætta- Eysturoyingur
- Havnabáturin
- Hoyvíkingur
- Kjølur
- Klaksvíkingur
- Nólsoyingur [3]
- Drekin Reyði
- Noylsoyar Páll
- Ormurin Langi
- Surðoyingur