Mayafólkið í Miðamerika var framkomið fólk og skapaði eina hámentan, sum var frá um 300 f.Kr. til um 1500. Mayar vóru fyrstu fólk í Amerika, sum gjørdu eina framkomna myndskrift. Teir skrivaðu bøkur, gjørdar av viði, ella ristu skrifteknini á veggirnar í gravkømrum, á bygningar og á súlur. Eftirlit við skriftskipanini hevði ein virðingarverd skrivarastætt. Hon hevði sínar egnu verndargugdar, ímillum teirra var Itzamma, skapanargudurin og tann navnframi gudurin, sum fann upp skrivikynstrið, og apumenniskjagudurin. Mayar vóru góðir stjørnu- og støddfrøðingar og gjørdu tveir álmanakkar. Annar var nágreinur ársálmanakki, 365 dagar og roknaður eftir ringrás jarðarinna um sólina. Hin ("Lang Teljingar Kalendarin") var 260 dagar, var halgur álmanakki og nýttur at spáa um framtíðina og at skeppa undan ólukku. Bara prestar, lærdir upp í stjørnuspáfrøði, kundu lesa hann, og fólk komu til teirra at leita sær ráð, tá ið okkurt serligt var, til dømis tá ið kona skuldi eig, ella onkur skuldi giftast. Var børn føtt ein dag, sum var sagdur ikki at vera eydnisdagur, var bíða við skírnardegnum til okun hepnari dag.

Hetta templið (hm) er ovast á eini 44 metra høgari trappupýramidu í Tikal. Tikal var størsti mayabýurin. Í 7. og 8. øld hava helst eini 50.000 fólk búð í býnum.

Mayafólkið er kent fyri sítt skriftmál, sína list, arkitektur og ikki minst sína ótrúligu vitan um stjørnufrøði og støddfrøði. Mayaindiánararnir høvdu fleiri ymiskar kalendarar, men tann, sum hevur vakt slíka øsing ímillum fólk nú í 21. øld, er tann, sum er kallaður "Lang Teljingar Kalendarin". Í hesum kalendaraárinum eru 1.872.000 dagar – altso umleið 5.125 dagar í okkara rokning. Hetta "árið" nevndu mayararnir "Stóra Skiftið". Og hetta Stóra Skiftið, sum byrjaði 11. august 3114 f. Kr. endar tann 21. desember 2012.

Átrúnaður rætta

 
Høgda steinsúlan í Copán vísir høvur og hendur á einum Mayavaldsharra, umgyrdum av skriftteknum, sum siga frá tilburðum í lívi hansara.

Átrúnaðarlig hátíðarhald høvdu týðandi leiklut í tilveru mayafólksins. Í mongum býarríkjum stýrdu bæði aðalsmenn og prestar. Bygningssniðið á tempulpýramidunum, sum vóru týdningarmestu bygningar í býnum, var kanska gjørt eftir templunum í Teotihucan. Oddamenninir í ríkinum vórðu ofta jarðaðir í teimum. Í 1950-árunum var funnin ein steinkista (sarkofak) við steinloki í innsiglistemplinum í Palenque. Í kistuni lá beinagrindin av einum manni. Beinagrindin var vundin í líkverju av bummull og skrýdd við skartlutum av játusteini og perlumóður, tað bar boð um tign og týdning hansara, meðan hann livdi. Sum fólkið í Tetohuacan og mongum øðrum latínamerikonskum mentanum, tilbóðu mayar gátuføra jaguarin ella kattargudin. Hjá mayafólkinum ráddi hann í undirheiminum og veitti teimum dirvi, sum fóru í bardaga. Mayar høvdu eisini mangar aðrar gudar. Teir trúðu, at teir kundu blíðka gudarnar, offraðu teir mannablóð. Fólk skóru seg sjálv, lótu blóðið renna í eitt ílat og bóru gudunum sum offrað. Blóðtøka var hildin at reinsa. Stundum vórðu mong menniskju dripin og løgd tætt við líkið av einum mætum manni, sum varð jarðaður í eini tempulpýramidu, so at andar teirra kundu fylgja honum hinumegin.

Hygg eisini at rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið